Skip to main content

Grágrælingur

Grágrælingur (lat. Calidris canutus L; da. Islandsk Ryle) er longri enn sjógrælingur, men meiri klænvaksin. Um summarið er hann vakurt reyðbrúnur frá øsinum og so allan vegin í neðra aftur at velinum. Men tá sæst hann ikki her. Hann eigur langt norðuri í kuldanum, eitt nú í Grønlandi. Higar kemur hann í miðjum augusti og sæst so til nakað út í september. Tá eru teir gomlu gráir omaná, ungarnir sprøklutir; men nakað burturfrá vísa allir seg gráir, samlittir við sandin. Og á sandinum hava teir tilhald sítt. Men stuttur er steðgur teirra her í Føroyum; áðrenn hálvan september fara teir avstað til Suðurevropa og Norðurafrika.
 
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.