Skip to main content

 

 


Grønland


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Nuuk

Vídd: 2.176.000 km2

Fólkatal: 57.670

Alment mál:
grønlendskt og danskt

Átrúnaður:
kristindómur

Stýrsilag:
fólkaræðið, fleirflokkaskipan. Sjálvstýri - Grønland er í ríkisfelagsskapi við Danmark og Føroyar

Gjaldoyra: danska krónan (DKK)

Grønland

Grønland er heimsins størsta oyggj. Hesa seinastu tíðina hevur stór broyting verið í grønlendska samfelagnum, og siðir og skikkir grønlendinga hava verið ávirkaðir á mangan hátt. Men stórfingna náttúran og harðføra veðurlagið kunnu tó ikki ávirkast av nútíðartøknifrøði. Grønland er í ríkisfelagsskapi við Danmark, og síðan 1979 hava grønlendingar havt heimastýri. Grønlendska stjórnin (Landsstýrið) hevur avgerðarrættin í innlendisviðurskiftum. Fólkið býr í bygdum og býum fram við strondini, mest vestanfyri; har er veðurlagið betri. Har er tað ísfría landið, sum ikki er størri enn Noreg. Landið annars liggur fjalt undir innlandsísinum. Har kann eingin búgva. Úr innlandsísinum skríða nógvir stórir jøklar oman at sjónum. Sjógvurin er grundarlagið undir búskapi grønlendinga, og fiskiskapur er høvuðsvinnan. Nú kanna teir eftir, um ráevni, t.d. olja, jarn, kopar og uran, eru í undirgrundini. Eisini verður kannað, hvussu vatnið úr innlandsísinum kann brúkast í vatnorkuverkum.

Eins og allir grønlendskir býir liggur Nuuk fram við sjónum. Nuuk er størsti býur í Grønlandi og høvuðsstaður landsins. Her eru landsstýrisskrivstovurnar og fyrisitingin, og her kemur Landstingið saman. Nuuk er nútíðarbýur í menning. Nógv fólk flytur av bygd til býin og vónar at fáa lut í vælferðini.

Grønlendingar eru ættaðir frá inuittum, sum fyri o.u. 1.000 árum síðan komu vestaneftir. Grønlendingar kalla landið Kaiaaiiit

Heimsins størsta friðaða øki er Norður- og Eysturgrønlandi, o.u. 972.000 km2.

Grønland er partur í norðuramerikanska meginlandinum, og er sambindingarliður í Norðuratlantshavi millum Amerika og Evropa. Einki land er nærri Norðurpólinum enn Grønland. Har smalast er um sundið millum Grønland og Kanada vestanfyri eru bara 30 km. Grønlandsfjørður, millum Grønland og Ísland eystanfyri, er 300 km breiður.

Grønland er fjallaland, men 4/5 eru fjaidir undir ísi. Í einar tvær mió. ár hevur meginparturin av Grønlandi ligið undir innlandsísinum. Í Miðgrønlandi er ísurin í fleiri støðum meira enn 3 km tjúkkur. Á hvørjum ári legst meiri kavi, og hann bráðnar ikki, tí har er altíð so kalt. Kavin verður trýstur saman og verður til ís. Jøklar skríða oman at strondini, har ísurin bráðnar ella brotnar av jøklinum og rekur burtur sum ísfjøll. 

Innlandsísurin kemur nógva staðni heilt oman at strondini. Tað brotnar burtur av ísinum, tá ið jøkulin kálvar, og ísfjøllini reka so við streyminum suður við landinum, suður á Hvarvið, og so norður við landinum vestanfyri. 9/10 av einum ísfjalli eru undir, og kunnu tey tí vera til stóran bága fyri skipaferðsluna.

Bara fáir grønlendingar hava sæð hvítabjørn, har hon vanliga heldur til. Hvítabjørnin er størsta landdýrið í Grønlandi, og føði hennara er mest kópur. Nú eru helst ikki fleiri enn 10.000 hvítabjarnir eftir í Grønlandi. Tær flestu halda til í Melvillebugi í Vesturgrønlandi, har fólk ikki kemur. Eitt hvítabjarnarskinn kostar fleiri túsund krónur, men hvítabjørnin er vard við veiðu- og friðingarviðtøkum, so hon verður ikki oydd.

Í tí gamla veiðimannasamfelagnum hevði kópurin ógvuliga stóran týdning. Allur kópurin kom til sættis. Skinnið varð brúkt til klæði, tenninar til prýðislutir, soymið at seymað við og annað, og tvøstið ótu teir. Enn veiða grønlendingar kóp, sum teir altíð hava gjørt. Tó brúka teir byrsu nú og ikki skutil. Kópaskinnini verða garvað á garvingarvirkinum í Qaqortoq. Nógv verður seymað burtur úr kópaskinnum. 

Um flogvøllin í Syðra Streymfirði er samband hvønn dag við umheimin og teir grøniendsku flogvøllirnar. 

Kelda:  Heimur okkara - Alfrøði 1. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1992.