Skip to main content

 

 


Kanada


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Ottawa

Vídd: 9.976.140 km2

Fólkatal: 33.759.742

Alment mál:
enskt og franskt

Átrúnaður:
kristindómur 72%, aðrir 28% 6%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: kanadiskur dollari (CAD)

Kanada

Kanada er næststørsta land í heiminum. Tað er tveir fimtingar av norðuramerikanska meginlandinum, fimm tíðarsonur eru, og landið er skift sundur í tíggju landslutir og tvey meginøki. Til um 1600 búðu bara indiánar og inuittar í Kanada. Fraklendingar vórðu fyrstu evropearar, sum settu seg niður í Kanada; men eftir drúgt stríð tóku bretar valdið í 1763. Sum tíðin leið, løgdu teir tað, ið eftir var av landinum, undir seg, so hvørt sum bretsk niðursetufólk fóru vestureftir og norðureftir. Nú á døgum er Kanada framkomið ídnaðarland og eitt av ríkastu londum í heiminum.

Hóast Kanada er ovurstórt land, er tað eitt av teimum mest oydnu, tí at í stórum pørtum í landinum ber ikki til at búgva, og í miðal búgva bara 3 fólk á hvørjum km2. Næstan 75% av fólkinum búgva tætt við markið ímillum USA og Kanada - í býum við Stóruvøtn og fram við St. Lawrenceflógva. Fólkið, ið eftir er, býr í útróðrarbygdum við strondina, á gørðum og í smábýum inni í landinum. Viður, málmur og olja eru høvuðsstuðlarnir undir ídnaðinum.

Triðingurin av Kanada er norðan fyri Norðurpólkring, og har er javnan frost í jørðini níggju mánaðir um árið. Í hesum kalda og harðbalna landslagið, sum verður kallað frostmýrar, veksur bara mosi, gras og lágir runnar og smá trø. Syðri er stóri nálaskógurin. Tætt við markið í USA er tempraður leyvskógur, nálaskógur og víðar grasfløtur.

Fyri ikki so langari tíð síðan vóru flestu fólk í Kanada ættað frá bretskum og fronskum niðursetufólki. Flestu fólk av franskari rót, sum tey á vetrarstevnumyndini høgrumegin, búgva í landslutinum Quebec. Næstafjølmentasta fólkaslagið er italiafólk; og Toronto er fimtstørsti italski býur í heiminum. Seinastu tíðina eru mangir tilflytarar komnir úr Eysturevropa, Landsynningsasia og Suðuramerika.

Indiánar og inuittar, verða stundum nevndir "fyrsta fólkið" í Kanada, tí at teir høvdu búð í Kanada, langt áðrenn evropeisk niðursetufólk búsettu seg har. Sum tíðin leið, tók niðursetufólkið landið frá indiánum og inuittum, sum gjørdust fátækir og fingu ring kor. Síðan 1970 hava myndugleikarnir roynt at fingið upprunafólkið upp í aftur kanadiska samfelagið, men mong teirra hava heldur viljað hildið fast við sína egnu mentan og siðvenju. Nýliga hava indiánar og inuittar ymsastaðni í Kanada vunnið mist rættindi aftur og hava fingið rætt til lendið hjá forfedrum sínum. Í 1999 fekk Nunavutlandið heimastyri.

Í 1971 varð sjøtil settur á eina ovurstóra vatnorkuverkætlan, sum skal veita bæði Kanada og USA bíligt ravmagn. Áirnar, sum renna út í James-flógva og Hudsonflógva, skulu byrgjast, men tað hevur við sær, at túsundatals kreeindiánar verða noyddir at flyta haðan. Bæði kreeindiánarnir og umhvørvisverndarfelagsskapir hava verið hart ímóti hesari verkætlan, og óvist er, hvørja lagnu hon fær.

Seinasti lunnurin í kanadisku kyrrahavsbreytini varð lagdur við Eagle Pass í British Kolumbia 7. november 1885. Tað hevði nýggjar tíðir við sær í Kanada, tí at nú bar til at handla og seta búgv í vestara parti í landinum, og umsíðir var tað, sum var hetta mikla landið eitt ríki. Eitt tað stórfingnasta verkfrøðingabragdið er snyrilstunnilin, sum er boraður ígjøgnum Klettafjøll, hann er 914 m langur. Hóast mangir skjótari ferðamøguleikar eru í at velja, eru mong ferðafólk, sum fara hesa stórslignu tokferð tvørtur um Kanada. Jarnbreytin verður mest nýtt til vøruflutnings.

Høvuðsgrundarlagið undir vælferðini í Kanada er stóra náttúrutilfeingið, einamest virðismikil steinsløg. Einki land vinnur so nógv uran, sink og nikkul sum Kanada, og har eru eisini aluminiumsmálmur (bauxit), gull, kopar og silvur. Sett er eisini á at grava eftir diamantum við Yellowknife í Útnyrðingskanada.

Vesturkanada

Tað var stóra náttúrutilfeingið, sum eina mest dró evropearar til villmarkarlendið í Vesturkanada. Veiðimenn, gullgravarar og skógarhøggarar vónaðu, at har fóru teir at vinna eydnuna og gerast ríkir. Náttúrutilfeingið er enn grundarlagið undir búskapinum í landinum. Í landslutunum Alberta, Manitoba og Saskatchewan er tann fruktabesta jørðin, og har eru fýra fimtingar av allari landbúnaðarjørðini í Kanada. Fiskiskapur og havbúnaður er týdningarmikil vinnuvegur á Kyrrahavsstrondini, t.d. verður nógvur laksur veiddur og niðursjóðaður til útflutnings. Í Útnyrðingspartinum og í Yukonlendinum er nógv gull, sink, og blýggj. Hetta eru einastu partar í Kanada, Har upprunafólki, indiánar og inuittar, eru fjølmentari enn tilflutta fólkið.

Eysturkanada

Nakrir av teimum ríkastu og fátækastu landslutunum í Kanada eru í eystara parti í landinum. Landslutirnir Ontario og Quebec, sum eru við Stóruvøtn og St. Lawrenceflógva, eru ídnaðarmiðdeplarnir í Kanada og ógvuliga ríkir. Har býr eisini mesta fólkið í landinum. Landslutirnir á veðurringu og ómildu eysturstrondini eiga næstan eingi ráevni í jørðini, og seinastu árini hevur fiskiskapurin verið ógvuliga vánaligur á hesum leiðum. Av tí at veðurlagið er so harðført og jørðin kørg, gevur landbúnaðurin lítið av sær, tó er øðrvísi og mildari veðurlag við strendurnar longri suðuri og sunnarlaga í Ontario. Í landnyrðingsendanum á Erievatni, á markinum ímóti USA, er Niagarafossur; nógv ferðafólk koma at hyggja at stórbæra fossinum.
 
Um veturin kappast mangir kanadiarar í íshocky á glerstoyttum vegum og á vøtnum, sum ísur er lagstur á. Vøtn, tjarnir og áir frysta tíðliga, og har verður dúgliga kappast í íshockey, heimsins skjótastu liðítrótt. Pukkurin kann fara upp í 190 km/t. Tað er hørð ítrótt, og í heilum verður dysturin steðgaður. Spælt verður ov harðliga, og leikarar verða javnan bidnir um at fara út í "revsiklivan".
 
Stóra siglingarveitin úr Stóruvøtnum og oman í St. Lawrenceá, St. Lawrenceveitin, var liðug í 1959 og tað var siglandi hjá stórum førum 3.769 km úr høvuðsídnaðarøkinum í USA til Atlantshav. Skip, mest fermd við korni, viði, jarnmálmi og koli, fara úr Ontariovatni, ið er 183 m oman sjóvar, og oman at strondini ígjøgnum eina stóra slúsaskipan. Nýtslugjald er fyri at sigla hesa leið. Siglingarveitin er ikki siglandi fyra mánaðir um veturin, tí ísur legst á hana.
 
Norðan Ontariovatn er Toronto, ið er fremsti ídnaðarbýur, størsti fíggjardepil og tann býur, sum veksur skjótast í Kanada. Har verður sagt at vera trygt at búgva, tí at har eru færri lógarbrot enn í nøkrum øðrum stórbýi í Norðuramerika. Býarfólkið kann eisini erpa sær av Skydome, heimsins fyrsta leikvølli við dragtekju, og Canadian National (CN) Tower.

Týdningarmesta ídnaðarøkið í Kanada, eisini nevnt Gylti Hestaskógvur, er fyri norðan og vestan Ontariovatn. Tað tekur seg upp við bilbýin Oshawa, fer ígjøgnum Toronto og Hamilton til Niagara hinumegin. Her ber væl til at flyta ídnaðarvøru við báti, við toki ella bili. Lítið hevur verið gjørt at verja umhvørvið, og orðið "gylti" sigur bara, at fólkið her vinnur meiri pening enn næstan alla aðrastaðni í Kanada.

Í 1608 bygdi fraklendingurin Samuel de Chaimplain eina miðstøð fyri feldhandil við St. Lawrenceflógva. Indiánarnir kallaðu staðin Kébec. Hundrað ár seinni búðu 25.000 fraklendingar í Quebec. Meðan bretar ráddu har, gjørdist hesin franski landslutur týðandi handilsdepil. 90% av øllum kanadiarum, ið nú á døgum tala franskt, búgva í Quebec. Hóast lógin veitir kanadiarum, ið tala franskt, fullan rætt at nýta sítt egna mál, egnar lógir og at hava egna mentan, eru mangir quebecbúgvar, ið vilja loysa frá Kanada.

Fram við strendurnar í New Brunswick eru nógvar mýrar, og har eru bestu vakstrarumstøður hjá einum serligum, stórvaksnum tranaberjaslagi, sum verður dyrkað har. Berini verða hentað við hond ella við serligum maskinum, tá ið tey eru búgvin í september og oktober.
 
Á grunnunum við Nýfundland eru stak góðar fiskileiðir, men í mong á var veiðitrýstið alt ov stórt, og miðini vórðu trároynd. Tí hevur verið neyðugt at minka fiskiskapin nógv seinastu árini. Tað er komið nýfundlendingum illa við, tí at fiskivinnan er høvuðsvinna teirra.

Kanada ger 75% av øllum ahornsiropi. Á hvørjum ári í mars mánaði verður sevjan tappað úr sukurahorntrøunum og kókað til sirop. Ahornblaðið er tjóðarmerki Kanada.

Í stórum pørtum í Landsynningskanada hevur súrt regn dálkað og oyðilagt drekkivatn, jørðina, grøði, hús og hevur týnt lívið í vøtnum og áum. Súra regnið hevur eisini volt sukurahorntrøunum stóran skaða, tí at tað oyðileggur trærøturnar, so at trøini standa ikki ímóti turki og sjúku. Ein atvold til súra regnið er ídnaðurin í Kanada, men høvuðsatvoldin er eitraður roykur úr ídnaðarvirkjum í USA, sum rekur norðureftir við vindinum. Eiturevnini falla niður á jørðina við ella kava.

Fólkið í Norðuramerika

Fólkið í hesum heimsparti var einaferð upprunafólk - indiánar, sum livdu av tí, náttúran gav. Næstan alt fólkið har nú á døgum eru eftirkomarar hjá niðursetufólki, sum eru flutt hagar seinastu 400 árini. Sterkasta landið, bæði tá ið vit hugsa um fólkatal og vælferð, er USA, ríkasta land í heiminum. Norðan fyri USA er ovurstóra Kanada. Har býr ikki so nógv fólk, tí at har er berligari, kaldari og harðførari enn hjá grannanum fyri sunnan. Bæði londini vóru einaferð bretsk hjálond, og meginparturin av fólkinum talar enskt. Í Meksiko talar fólkið spanskt, tí at fyrr var Meksiko spanskt hjáland. Hóast nógv olja og gass eru í Meksiko, er landið fátækt.

Tilflytarar eru komnir í stórum tali til Norðuramerika, helst úr Evropa, men eisini úr Suðuramerika og Asia. Øll fóru ikki, tí at tey ætlaðu tað. Svarta fólkið í Amerika er ættað frá afrikonsku trælunum, sum við valdi vórðu fluttir til Amerika frá 1619 til 1808 at arbeiða í lundunum. Trælahaldið varð ikki avtikið fyrr enn í 1865. Afro-amerikanarar, sum tey svørtu verða nevnd, fáa størri og størri ávirkan í amerikanska samfelagnum.