Havskrápur
Havskrápur (lat. Puffinus gravis (O'Reilly); da. Stor Skrofe) er fult so stórur sum havhestur. Omaná er hann mest dimmbrúnur, í neðra hvítur við breiðari gráari striku eftir bringuni og búkinum. Hann sæst her einans um summarið, og tá langt úti á havi. Heimstaður hansara er á lítlum oyggjum allarsunnast í Atlantshavi. Tá ið vetur er hjá okkum, er summar har, og tá verpur og vermir hann og føðir upp ungar sínar. Tá ið veturin kemur har, flytur hann norður higar, sum summarið er, og sæst um alt Atlantshavið frá Grønlandi líka til Falklandsoyarnar.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Fitjufuglar
Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.