Skip to main content

Spetturnar

Spetturnar eru rættir skógfuglar. Sum fluga kunna tær renna beint upp eftir einum træ, og undir greinunum. Við tí hvassa og sterka nevinum banka tær inn á børkin, og lurta eftir, um tómt er innan fyri; hoyra tær tað, so vita tær, at ormur er har inni og høgga hol á; tunguna kunna tær fáa óføra langt út, og nú stinga tær hana sum skutil fasta í ormin og draga hann út. Tá ið líður at klekingartíð, høgga tær sær eitt stórt rúm inni í trænum; ágrýtnar arbeiða tær í einar 14 dagar, so er rúmið liðugt, og inni í tí gera tær sær eitt lítið reiður av høgguspønunum og verpa so.

Nógv eru sløgini av spettum. Eitt teirra, stóra flekkuspettan, sæst av og á í Føroyum, helst um heystið. Hon er heldur størri enn stari, fagurt reyð uppi á skallanum og frá beinunum aftur undir velið, annars grefliga svart-og hvítflekkut. Eyðkend er hon í setuni, altíð beint upp og niður. Ofta setur hon seg mitt á eina hjallsrim, krøkir seg fæsta við klónum og setur velið innat til at styðja.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.