Skip to main content

Íslandsmási

Íslandsmási (lat. Larus glaucoides (Meyer); da. Hvidvinget Måge) hevur heldur bleikari kápu enn valmásin og reydligar føtur, men annars sama lit. Hann er heldur minni enn likkachild labor research paper example of executive summary for business plan dissertation edition fifth manual papers term thesis writer argumentative essay internet. Bústaður hansara er Grønland og tær køldu oyggjarnar norðan fyri Amerika. Um hávetur síggjast teir ikki sørt í Føroyum, helst skurarnir — sum eru heldur bleikari enn valmásaskurin, morflekkutir omaná, illgráir um hálsin og í neðra. Teir gomlu  eru   heilt   sjaldsamir her.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.