Náttargali
Náttargali (lat. Luscinia; da. Nattergal) er eisini ein lítil gráur fuglur, sum einki býður sær út í fólkaeygum — men so mikið meir í oyrunum. Frá eldgomlum tíðum hevur hann verið tiltikin sum besti sangarin av øllum fuglum. Til Føroyar kemur hann ikki; norðurmark hansara er Danmark og Miðsvøríki. Fyrst hann er komin, syngur hann alla náttina. Tá ið klekingin kemur fyri, syngur hann minni og einans á degi; og er jóansøka1) farin, hoyrist hann ikki. Sum longur kemur suður í Europa, verður meir av honum.
Allartættastur er hann í Spania; har hoyrist sangurin allastaðni, sum viðavøkstur er. Málið er óføra vakurt og tónarnir yndisliga fjølbroyttir: mjúkasta bríksl skiftir við klingandi hart ljóð, tenjandi tunglyntur sangur við kvikliga kátan. Teir, ið hava hoyrt náttargalan í Spania, siga, at tað er ógloymandi.
1) Jóansøka 24. juni.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.