Skip to main content

Rýpa

Rýpa (lat. Lagopus mutus L; da Fjeldrype). Í grannalondum okkara liva nógv vill sløg av høsnaættini. Eitt av teimum er rýpan — fjallarýpan. Hon er samlitt við lendið, um summarið svørt og grá og morsprøklut, um veturin hvít við nøkrum svørtum fjøðrum í velinum. Føturnir eru lodnir niður á klógv. Støddin er sum á dúgvu. Hon livir uppi á fjøllunum nærindis ísi og kava. Tað er spakur fuglur og góðvarin; og tí at hon eisini smakkar væl, verður hon nógv skotin. Íslendingar selja ikki so lítið av skotnum rýpum til útlondini.

Fleiri ferðir hevur verið roynt at sleppa teimum leysum í Føroyum — tiknar úr Íslandi, Grønlandi, Skotlandi. Einans tær grønlendsku livdu. So sera tungfloygdar, sum tær eru, hava tær tó sæst í at siga øllum oyggjunum. Men einans í Norðuroyum hava tær hildið sær; og einki nørast tær í seinnu tíðini, so ikki kann væntast, at tær koma at hava nakað at týða her.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.