Skip to main content

Snældukjógvi

Snældukjógvi (lat. Stercorarius longicaudus; da. Lille Kjove) er minstur av kjógvunum. Navnið hevur hann av tí avbara longu snælduni. Liturin er nakað sum á øðrum kjógvum. Hann sæst úti á havi um somu
leiðir sum jóin, men er sjaldsamari. Hann tekur sær føði úr sjónum, og er ikki so grammur eftir rituni sum hinir báðir. Heimstað hansara er Finnmørkin og so eystur eftir. Um veturin heldur hann seg uttan fyri strendur Europa, suður at Miðjarðarhavinum.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Kjógvasløgini

Kjógvasløgini líkjast másasløgunum í vakstrarlagi, men hava stóran spískan krók á nevinum og sterkar, hvassar og krókutar kløur, — tað vísir, at rovfuglakyni er í teimum. Veingirnir eru einskila stórir, og teir flúgva so skjótt, at fáir fuglar kunna sleppa undan teimum. Aftur úr velinum hava teir, uttan skúgvur, tvær langar fjaðrar, snældan nevndar. — Másasløgini og kjógvasløgini verða ofta sett saman í ein bólk, sum er kallaður teir vongstóru ella stórveingir.