Bókfinka
Bókfinka (lat. Fringilla coelebs; da. Bogfink) er heldur størri enn grátítlingurdistributed computing system research papers creative writing retreats capstone research paper custom essay online com. Hon er vøkur á liti. Steggin er blágráur oman á høvdi og hálsi, brúnur á vanganum, kápan er flekkut av reyðbrúnum og gulbrúnum, bringa og búkur eru ljósareyð. Bæði kynini eru vakurt grøn á drunninum, hava dimmar veingir við tveimum bleikum rondum og ljósum teinum langvegin. Annars er bøgan morlitt. Bókfinkan eigur um mest alt Europa. Tað er kvikur og kimiligur fuglur, men klandringarsamur, so ofta rúka tveir saman av illum.
Í Føroyum eigur hon ikki, men heyst og vár sæst hon ofta.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.