Skip to main content

Hornugla

Hornuglan (lat. Asio otus L; da Skovhornugle) líkist kattúluni, men aftan á baki og veingjum er hon vakurt gráskjómut; annars er hon mest gul við smáum brúnum strikum; eyguni eru reyðbrún. Hvørjumegin á knokkinum hevur hon ein tummalangan fjaðratopp; tá ið hon varnast okkurt, reisir hon teir upp, og tá taka teir seg út sum horn ella spísk oyrur — (kattúla hevur eisini sovorðin »horn«, men tey eru so stutt, at tey lítið ansast). Áður segðist hon at vera avbara sjaldan í Føroyum; í seinnu tíðini hevur hon sæst meir enn kattúlan. Skógarfuglur er hon, og her leitar hon í urtagarðar og situr har í einum træ, so svinn, at fólk allan dagin kunna ganga framvið og ikki verða varug við hana.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.