Skip to main content

Grátítlingur

Grátítling kenna øll, men tey fæstu hava ansað eftir, at tað eru tvey sløg. Bæði ganga tey undir einum navni, og vit noyðast so at geva teimum nýggj fráskiljingarnøvn. Annað slagið er í Føroyum alt árið; tað heldur seg mest uttan um húsini ella í fjøruni, og vit kunna so nevna tað fjørugratítlingur. Hitt er her bara um summarið, og vit fara so at kalla tað summargrátítlingur.

Hvussu kennast tey at? Soleiðis: Fjørugrátítlingurin er ein góðan mun størri. Omaná er hann dimmari á liti og, helst um veturin, meiri grønleittur. Á bringuni er hann gráligur ella grønligur, meðan hin er gulleitthvítur. Báðir eru teir tætt settir við dimmum blettum, sum hjá summargrátítlinginum á kápuni renna saman í strikur. Á summargrátítlinginum hevur velið hvítan jaðara hvørjumegin, sum er skilligur at síggja, helst tá ið fuglurin flýgur; hin hevur eisini hvítleittar jaðarar á velinum, men so smalar, at teir síggjast neyvan, fyrr enn tú hevur fuglin í hondini. Fjørugrátítlingurin hevur dimmbrúnar føtur, summargrátítlingurin ljósbrúnar.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.