Fjørugrátítlingur
Fjørugrátítlingurin (lat. Anthus obscurus; da. Skærpiber) heldur seg á turrlendi og helst har, sum grót er um vegir; í bjørgum og urðum er hann nógv at síggja, so væl sum á sjóvarklettum og køstagørðum. Reiðrið ger hann av deyðagrasi, grovastu stráini ytst, fínastu innari, innast er mjúkur mosi og so ull og fjøður. Fyri tað mesta hevur hann tað í eini garðsholu ella einum grótglopri, stundum undir einum bakka. Eggini eru grá við dimmum prikkum, oftast 4 ella 5 í tali. Bøgan vermir, meðan steggin flákrar høgt uppiyvir og syngur fyri henni.
Og gott hevur hann málið. Fyrst ljóðar eitt mjúkt pjip-pjip, meðan hann
flýgur uppeftir, so kemur eitt títt pipipi, meðan hann dalar niður. So setur
hann seg eina lítla løtu, til hann aftur fer í loft og byrjar leikin av nýggjum. Eftir 14 døgum eru ungarnir útkomnir. Sum hjá øllum smáfuglum eru teir naknir í fyrstuni og heldur ljótir. Høvdið er margháttliga stórt, — ikki á leið at teir orka at bera tað, og so hava teir tað liggjandi uppi á kroppinum á hvørjum øðrum. Mamman vermir teir, og pápin ber teimum at eta.
Skjótt eru teir floygdir, og duga tá sjálvir at vinna sær føðina. Heyst og vetur eru teir nógv í hoygørðum, har eru hoysniglar og grasfræ at fáa. Í kava hava teir tað ofta svangligt. Blaka fólk tá molar út til teirra, kunna tey haldga teir so at húsunum, at teir hvønn dag koma fyri dyrnar at eta — teir spakastu kunna stundum seta seg á gáttina og eygleiða fólkini innanfyri. Men ketturnar ræðast teir illa, og tær verða eisini mongum av teimum at bana.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.