Skip to main content

Havhestur (Náti)

Havhestur (lat. Fulmarus glacialis; da. Isstormfugl, Mallemuk) ella náti er kendur av øllum Føroyingum. Tveir eru litirnir; — teir, ið eiga í Føroyum og Íslandi, eru gráir á baki og veingjum, annars hvítir; teir í Grønlandi og longur norðuri eru gráir, allir sum teir eru, ikki so sjaldan koma teir higar.
 
Havhestur er rættur bjargafuglur. Á slættlendi er hann hjálparleysur, ikki førur at flyta seg úr stað og sleppur ikki á flog. Men á veingjunum er hann so kringur sum nakar. Síggj hann í lofti fram við berginum! Stillisliga ferðast hann ótroyttiliga út og inn, aftur og fram í allar ættir, hækkar og lækkar seg, sveimar runt í ring, alt uttan at veingirnir síggjast rørast — hvørjum skal hann tá kunna troyttast av!

Ovarlaga í berginum velja teir sær bústað. Eggið er eittans, hvítt á liti og stórt. Trúliga verma teir, og tó ganga um 6 vikur, áðrenn út kemur. Dúnungin er gráur. Hvønn, sum kemur honum nær, sprænir hann undir í lýsi, tá ið hann er nakað vaksin. Fyrr, enn veingirnir eru fullmentir, flýgur hann út á sjógv; men so sleppur hann ikki aftur á flog eina tíð, bæði, tí at veingirnir eru veikir, og tí at hann er so óføra feitur. Áður tóku menn ungarnar bæði á reiðrinum og á sjónum. Men so fingu ungarnir eina sjúku (havhestasjúka), sum smittaði upp á fólk, mest upp á roytingarkonurnar, so fleiri doyðu, og nú er forboð at taka ungarnar frá 15. august til oktober út.

Gamlan havhest gera teir nógv av at fleyga, og hann er drúgvur og góður vetrarkostur; men fjøðurin verður burturkastað, tí tað gongur ein tráur roykur at henni.

Havhestur nørist óført. Í 1839 átti hin fyrsti í Føroyum, og nú er hann at siga í hvørjum bergi. Og ikki minni breiðir hann seg um onnur lond. Í Vestmannaoyum tekur hann eitt bergið fyri og annað eftir. Til Hetlands kom hann í 1878, til Orknoya 1891, Skotlands 1900, Írlands 1910 og eystureftir til Noregis í 1921.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.