Skip to main content

Fiskimási

Fiskimási (lat. Larus argentatus (Pontopp.); da. Grå Havmåge, Sølvmåge), vanliga bara kallaður mási, er heldur størri enn likka. Á kápuni er hann grábláur. Um strendur og firðir okkara er hann allan veturin at síggja. Hann verpur nakað fyrr enn likkan, eina viku ella tvær, eftir sum veðrið fellur. Helst velur hann sær brattan haga til bústað, ofta røkur millum smáar hamrar, tó síggjast reiður hansara eisini á sløttum haga. Eggini eru so lík likkueggjum, at mesti parturin kennist ikki at — tey allarstørstu eru másaegg, tey allarminstu eru likkuegg, miðalstøddin kann líka væl vera annað sum hitt. 28 dagar vermir hann, hendir seg 27, eisini 29.

Dúnungarnir kennast ikki frá likkuungum. Teir verða føddir bæði av sjógvi og landi, og másin er rættur eggjatjóvur. Við reiður hansara liggja skøl av havhestaeggi, lomvigareggi, lundaeggi, harafturat skræða og fjaðrar
av kongafiski, bein av stórum krabbum, brot av gágguskeljum o. á.; ein um 1/2 viku gamlan unga sá eg spýggja upp 7 lomvigasildir. — Másin hevur havt orð fyri nú og tá at drepa okkurt smálamb, og hevði nógv verið til av honum, mundi hann verið verri enn likkan.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Másasløgini

Másasløgini eru um flestu vegir lík teimum klófuglum, ið hagafuglar eru, og kunna við røttum verða nevndir hagafuglar; um eini tvey av teimum verpa í bjørgunum, so síggjast tey stundum í stórum flokki sita í haganum. Í mongum eru tey hvørjum øðrum lík. Øll hava tey sama vakra vakstrarlagið og langar veingir; tá ið tey sita, røkka teir aftur um velið. Øll hava tey eitt lætt og vakurt flog — kunna sveima langan veg, uttan at veingirnir síggjast rørast. Tó at gongulagið er gott, gera tey lítið av at ganga — halda seg mest í luftini ella á sjónum. Tey kunna svimja skjótt, og eru so lættfloytt, at tað ber lítið ella einki til at kava. So føða tey seg av fongi, sum tey taka oman á ella nær undir vatnskorpuni — aftur at tí, sum tey vinna sær uppi á landi. Eggini eru 2 ella 3, grøn ella brún ella harímillum, við nógvum dimmum blettum.

Øll sløgini, ið higar koma, eru grá ella blálig á bakinum. Summi eru stórir fuglar, summi miðalstórir. Tey stóru sløgini hava øll gult nev við einum stórum reyðum bletti hvørjumegin á undirnevinum og króki á yvirnevinum. Annars eru tey á sumri hvít allar staðir, á vetri gráflekkut um høvur og háls. Ungfuglur teirra, nevndir skurar, eru grásprøklutir ella morsprøklutir og hava grátt nev.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.