Skip to main content

Tangspógvi

Tangspógvi (lat. Numenius arquata L; da. Store Regnspove) er góður at kenna frá spógvanum, av tí at hann er nógv størri. Nevið er óføra langt, og tjúkt hareftir. Í Føroyum og Íslandi eigur hann ikki, men annars um alt Norðureuropa, í Noregi líka norður til Norðkapp. Haðani kemur han til Føroyar um heystið, tá ið hin spógvin er farin, og rýmir so frá okkum, tá ið hin spógvin er afturkomin. Mest heldur hann seg í fjøruni, ella lágt á bø og haga. Hann vaðar nógv á sjónum og dugir eisini at svimja. Harðmæltur er hann; eitt snjalt »hújid« hoyrist stundum frá honum, bæði tá ið hann flýgur, og tá ið hann situr. Styggur er hann, og so varin, at tað er sjaldan at koma honum í skotmála. Aðrir fuglar, sum eru um vegir, duga væl at skyna á, tá ið hann varnast vanda, og skunda sær eisini burtur.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.