Skip to main content

Svartisvanur

Svartisvanurin (lat. Cygnusatratus L; da. Nyhollandsk Svanedistrict bank manager resume university of illinois application essay help) livir í Australia. Stundum ala teir hann í dýragørðum í Europa, og í einum landsynningsstormi var ein komin í túnið í Sørvági kanska úr Onglandi. Hann var spakur og sera vakur. Størstu veingjafjaðrarnar vóru hvítar; annars var hann svartur, uttan nevið, sum var fagurt reytt við einari hvítari rond tvørturum. Fjaðrarnar omaná lagaðu seg í vøkrum bylgjum tvørtur. eftir veingjunum og bakinum. Hann varð sleptur á Leitisvatn og livdi har í nøkur ár. Sera fólkaalskin var hann, kom stundum tætt til fólk og fylgdist so við teimum. Mong kendu tað sum ein sakn, tá ið hann var deyður.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.