Ravnur
Ravnur (lat. Corvus corax L; da. Ravn). Hvat slags fuglur er ravnur? Hann livir sum rovfuglur, og í Føroyum hevur hann eisini verið roknaður upp í rovfugl. Men rovfuglar eru bara teir, sum hava stóran krók á nevinum, siga teir lærdu menninir. Teir skilja fuglarnar sundur í deildir og hava tá mest føturnar til kennimerkir. Ravnsfótur líkist nógv smáfuglafóti, og tí verður ravnur roknaður upp í smáfugl — og kráka við.
Ravnur er heldur vakur fuglur. Svarti búni hansara skyggir bláur og grønligur. Flogið er lætt og bæriligt. Hann er sera vitugur og varin, flýgur altíð av reiðrinum, áðrenn fólk nærkast. Málið er mishátt, eitt gorrandi krum krum — tí hevur hann eisini nøvnini gorpur og krunkur (krumkur).
Hann livir um næstan allan heim. Og ikki bilar at fáa føði. Korn og eplir, ormar og sniglar koyrir hann í seg. Í haganum er hann versti eggjatjóvur og ungatjóvur. Deyðseyða fellur honum eina best, og langan veg fær hann tevin av teimum. Og í bjørgunum! Lomvigin verður so ræddur, at hann rýmir av rókini, tá ið hann hoyrir hann krunka; so legst hann á eggini at drekka. Eisini í lundalandi verður stórt útriv, tá ið hann kemur. Men lundin er harðsintur, og stundum herjar hann á ravnin og krøkir seg fastan við klónum í bringuni og nevinum um barkan á honum. Tá verður stríð; ravnurin togar upp, lundin niður — til báðir detta á sjógvin, og tá er hin lítli við yvirlutan og ger av við ravnin.
Reiðrið hevur hann í meitilbergi ella ógongdum gjáum. Stórt er tað sum ein túgva; og groft er tilfarið, hvannjólir, deyðseyðabein, tonglar og smá træsprek laðar hann upp og tettir við lyngi og mosa; innaní er ull, faks og fjøður. Seint í februar ella tíðliga í mars verpur hann 4 ella 5 egg, grøn við brúnum prikkum. Um ½4ðu viku er útkomið, og nú fáa teir gomlu nógv at gera, tí aldri fær ungin so nógv, at hann ikki gapar eftir meir. Hetta er tíðin, tá ið deyðseyðin er mestur, men ikki munar, eisini rottur og harur mugu lata lív; rottuhalar liggja í hópatali uttan um reiðrini. Eisini smálomb vil hann taka, so tá gerst stríð millum ær og ravn. Verstur er hann við tvílemburnar, tí tær fáa ikki so væl vart bæði lombini.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.