Kvørkveggja
Kvørkveggja (lat. Turdus merula L: da Solsort) er nær skyld við óðinshana og líkist honum í vøkstri, men ikki í liti. Steggin er kolsvartur við gulum nevi;
bøgan og ungfuglurin eru svart- og brúnflekkut. Velið er langt, og ofta
setur hon tað uppeftir. Vetur og vár eru einstakar at síggja í Føroyum.
Tað er varugur fuglur, flýgur mest høgt fram yvir jørðini og dámar væl at fjala seg. Fyrst hon er komin, heldur hon seg mest við bøgarðar og úthús. Fær hon góðan frið, verður hon djarvari og kann koma inn millum húsanna. Urtagarðar dámar henni væl, men sjaldan situr hon í trøunum, smýgur mest um niðri á jørð og skavar eftir føði. Í kava kemur hon í køstarnar; bera fólk henni tá molar og eplaflus, verður hon rættiliga spøk. Av allarbestu sangarum er hon; men vit fáa ikki at hoyra hana, tí eftir summarmála rýmir hon av landi.
Navn hennara verður sagt so ymist; summstaðni siga tey kverkveggja, summstaðni kvørkviski, og nú eru mong — eftir einari bók — farin at nevna hana rókur, men tað er heilt skeivt; rókur er ein nógv størri fuglur, sum vit koma til seinni í bókini; gamlir menn í Streymoy, Vágum, Sandoy, Eysturoy hava greitt mær gjølla frá kvørkveggju og róki, tað eru ólíkir fuglar.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.