Hegri
Hegri (lat. Ardea cinerea L; da. Hejre) er stórur fuglur, hálslangur og við margháttliga longum og klønum beinum. Kroppurin er mest gráur, undir bringu og búki svartflekkutur og niðast hvítur. Hálsurin er bleikur; niður eftir barkanum gongur ein hvít ál og báðumegin hana tættir svartir prikkar. Úr nakkanum hongur ein svartur toppur, og niður úr kjósini eitt tyssi av longum hvítum fjøðrum. Nevið er langt og vakurt gult. Men teir hegrar, til Føroyar koma, eru næstan allir ungfuglar og ikki so vakrir. Eftir barkanum og aftur undir vongbrigðuna hava teir hvíta svartflekkuta striku; annars eru teir mest javngráir. Tær longu fjaðrarnar á bringuni eru ongar og nakkatoppurin lítil. Yvirnevið er brúnt.
Hegri livir av fiski, og tá ið teir steðga í Føroyum, halda teir seg við kyrrar firðir, ella við vøtn og áir, sum síl eru í. Ofta sita teir langa tíð kvirrir á einum áarbakka, við tí langa hálsinum so væl samankreptum, at høvdið liggur á herðunum og nevið á kjósini. Hvat gera teir tá? Ja, lærdir menn eru ósamdir, summir siga, teir lúra eftir sílum, summir, at teir sova. Tað mátti einki trætumál verið, teir kunna so væl gera bæði, lúra eftir sílum eina løtuna, sova aðra.
Vælindið í hegra er óføra tjúkt, og tað røkkur ikki einans gjøgnum tann langa hálsin, men aftur gjøgnum meginpartin av kroppinum við; magin er neyðarsliga lítil, og vilini eru einans nakrar fáar og klænar vindingar afturi í kokuni. Tað var tí ikki so heilt burtur úr ongum, at gomlu Føroyingarnir søgdu, at hegri hevur bara einans gørn.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.a
Vaðfugladeildin
Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.