
Gráspurvur
Gráspurvur (lat. Passer domesticus L; da. Gråspurv) líkist nógv skógspurvi, men kennist frá honum av tí, at hann er gráur oman á høvdinum og hevur ongan svartan blett á vanganum. Velið er mest svart við klønum gráum strikum. Bøgan er svartflekkut á bakinum, annars mest grá. Hann livir víða um verð og heldur seg helst tætt upp at húsum. Í Føroyum er hann nýkomin. Í 1935 sóust teir fyrstu suðuri í Vági, um 1940 á Tvøroyri og um 1944 í Havn. Og í øllum hesum støðum hava teir nørst óføra skjótt; hann klekir minst tvær ferðir um árið, kanska tríggjar. Tað sigst, at teir eta ber og gularótafræ í urtagørðunum.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.