Skip to main content

Akurskritt

Akurskritt (lat. Crex crex L; da. Egnsnarre) — ella akurskrift(?) — er fult so stór sum mýrisnípa. Omaná er hon svart- og brúnflekkut, á veingjunum reyðbrún. Vangin og bringa eru grá um summarið, brúnlig um heyst og vetur; undir veingjunum er hon reyðbrún við bleikgráum rondum, undir búkinum hvít; nev og vel eru stutt. Hon livir um mest alt Europa. Í Føroyum er heilt lítið til av henni. Og minni sæst til hennara, tí hon dugir næstan líka væl at f jala seg sum vaktil, heldur seg mest í økrum og síðum grasi, har hon kvik á føti smýgur undan, tá ið fólk nærkast. Sjaldan flýgur hon, og tá lágt. Um náttina kemur meiri lív í hana, og tá hoyrist hon láta; »kreks kreks« ljóðar málið. Mest sýnist at vera av henni í Suðuroy og Sandoy, og har er hon stundum funnin við reiðri; eggini, 7—10 í tali, eru brúnlighvít við brúnum og gráum prikkum. Dúnungin er kolsvartur.
 
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Vaðfugladeildin

Vaðfuglarnir hava langar og klænar føtur og eru berir langt niðan um fótliðin. Baktáin er lítil, á summum eingin. Flestallir duga at svimja, tó at teir gera næstan einki av tí. Summir hava eisini eitt eiti av fitjum. Allir eru teir flytifuglar.