Tornfalkur
Tornfalkur (lat. Falco tinnunculus L; da Tårnfalk) líkist nógv smirli, menn kennist frá honum av tí, at hann er meira reyðbrúnur omaná og hevur longri vel. Flogið hevur hann lætt og vakurt; ofta hongur hann stillur og veipar í luftini. Sjaldan gevur hann seg eftir fuglum; mest etur hann mýs og ormar. Í Føroyum vita menn hann sera sjaldan vera sæddan; men vist er tað, at hann fleiri ferðir hevur verið kendur fyri smiril.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.