Heimagás
Heimagásin er avkom av grágásini. Summar av teimum hava hildið hin gamla litin, og summar hava broytt lit, eru hvítar, flekkutar, morbøkutar. Í vakstrarlag eru tær yvirhøvur meira kroppljótar, bøllutar og tungførar, tí at tær hava gjøgnum mong ættarlið livað so stilt lív og rørt kroppin ov lítið.
Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.
Fitjufuglar
Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.
Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.