Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Gana


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Accra

Vídd: 238.540 km2

Fólkatal: 23.887.812

Alment mál: enskt

Átrúnaður:
afrikanskir átrúnaðir 38% islam 30% kristindómur 24% aðrir 8%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: (nýggjur) cedi (GHS)
- nýggjur cedi kom í gildi í 2007 og svarar til 1000 av (gamla) cedi

Gana

Gana skuldi verið lutfalsliga ríkt land. Tilfeingið er nógv: gull, aluminiumsmálmur, olja. Har fruktar væl, fólkið er ungt og eitt hitt best skúlaða í Afrika. Men í mong ár hava politisku viðurskiftini verið ótrygg, lítið hevur fingist fyri útfluttu vørurnar, og fíggjarligt óskil og vanstýri hava steðgað búskaparligu menningini í Gana. Fleiri enn 50 fólkasløg eru í landinum, hvørt við sínum máli og sínum siðum. Fjølmentast er akanfólkið. Upp í akanfólkið hoyra asantear fyri sunnan, dagombanar fyri norðan og ewenar í Útsynningsgana.

Tá ið fyrstu evropearar komu til Gana í 15. øld, nevndu teir landið Gullstrondina, tí fólkið læt teimum gull í býti við vørur. Bestu gullsmiðirnir vórðu asantefólk, og bæði prestar og kongar asantefólksins gingu við tungum gullprýðum at vísa høgu tign sína. Eindarteknið, tjóðmerkið hjá asantefólkinum, var gullkrakkur, ið varð hildin at vera dottin niður av himli. Enn verður nógv gull høgt í gomlu námunum hjá asantefólkinum og flutt út.

Gana var fyrsta svarta landið í Afrika, sum sleit frá hjálandaveldi sínum í 1957. Fyrsti forsætisráðharrin var Kwame Nkrumah, ið hevði staðið á odda fyri uppreistrinum ímóti bretska hjálandaveldinum. Í fyrstuni var hann ógvuliga høgt í metum, men tá ið fór at ganga afturá búskaparliga, vendu fólk honum bakið, og í 1966 varð hann settur frá.

Í hvørjum einasta býi í Gana er lívligur marknaður, hagar fólk úr býnum og uttan um býin koma at handla. Her kanst tú keypa og selja alt møguligt, mat, dýr, byggitilfar - enntá handilstenn. Meginparturin av teimum, sum handla á marknaðinum, eru konufólk. Summi teirra vinna nógvan pening, men flestar teirra hava tað sum vinnu framíhjá.

Eitt av størstu byrgdu vøtnum í heiminum, Voltavatn, er oman fyri Akosombobyrgingina í Voltaá. Tá ið byrgingin varð løgd um ánna í 1960-árunum, vóru eini 85.000 fólk noydd at flyta av tí lendi, sum skuldi verða sett undir í vatni. Ravmagnið frá orkuverkunum verður nýtt í sethúsum og til verksmiðjur í býnum Tema. Ravmagn verður eisini selt londunum Togo og Benin.

Kakaotræið má vaksa í skugga, meðan tað er ungt og krevur nógv vatn, tá ið tað er fullvaksið. Tí veksur kakaotræið væl í skógunum í Suðurgana, har nógv avfall kemur niður. Her verða kakaotrøini sett niður ímillum banantrø, sum skugga væl fyri sólini. Sjey ár eftir tað, at kakaotræið er gróðursett, ber tað frukt. Kakao er stór vinna í Gana, og onkuntíð er kakao upp í 80% av útflutninginum í landinum um árið; men Gana er nú í harðari kapping við grannalandið Fílabeinsstrondina og lond úr Landsynningsasia um altjóða kakaomarknaðin.