Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Sao Tomi og Prinsipi


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Sao Tome

Vídd: 964 km2

Fólkatal: 212.679

Alment mál: portugisiskt

Átrúnaður:
kristindómur 99% aðrir 1%

Stýrislag: fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: dopra (STD)

Sao Tomi og Prinsipi

Gosoyggjarnar Sao Tomi og Prinsipi eru úti fyri strondini á Ekvatorguinea og Gabon. Fjøllini eru avtakin við regnskógi, og niðri á slættlendinum eru bóndagarðar og stórar kakao- og sukurlundir. Oyggjarnar vóru undir Portugal til 1975. Meginparturin av fólkinum livir av landbúnaði og fiskiskapi; kakao er enn týdningarmesta útflutningsvør an.

Oyggjarnar vóru óbygdar, tá ið portugisar komu higar á fyrsta sinni í 15. øld. Eftir tað var mesta fólkið í oyggjunum trælir, fluttir higar av afrikanska meginlandinum. Fjølmentasta fólkaslagið eru kreólar, ið eru blandað fólk av portugisiskari og afrikanskari ætt. Tey tala egið mál og hava sína egnu byggilist.

Hesin partur í Afrika er á eini umskaring - á eini rivu í jarðarskorpuni. Av og á goysir grótbræðing upp ígjøgnum rivuna, og gosfjøll verða til. Hesar oyggjarnar eru tindarnir á tílíkum gosfjøllum. Gosøskan ger, at jørðin í oyggjunum er ógvuliga fruktagóð.

Miðafrika

 

Í Miðafrika báðumegin Miðkring eru tað stóru, grøðiligu regnskógirnir og ovurstóra Kongoá, sum eyðkenna landslagið. Tað var her, ræðuligi trælahandilin, ið evropearar settu í verk, byrjaði í 14. øld; síðst í 19. øld vórðu øll londini í Miðafrika evropeisk hjálond. Londini tóku loysing í 1960-árunum, men striltið hevur gingið at sett fólkaræðiliga stýrisskipan í gildi. Ójavnt er, hvussu londini eru fyri; í Kamerun hava politisku viðurskiftini verið trygg, men í Miðafrikalýðveldinum hava harðrend hernaðarstýri rátt, og landið er sera fátækt.

Fjølbroytta landslagið er alt eftir, hvussu veðurlagið er. Við Miðkring vaksa stórir og tættir regnskógir, tí at har er veðurlagið heitt og slavið, og nógv regn er alt árið. Longri burturi frá Miðkringi eru regntíð og turrtíð, og her eru savanna og spjaddur runnavøkstur. Norðast í Miðafrika, í Kjad, er glóðheit sandoyðimørk.