Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Sudan


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Khartoum

Vídd: 2.505.810 km2

Fólkatal: 41.087.825  

Almentmál:
arabiskt

Átrúnaður: 
islam 70% afrikanskir átrúnaðir 20% kristindómur 5% og aðrir 5%

Stýrirlag: 
hernaðarstýri (alment er tað eitt fólkaræði við forseta)

Gjaldoyra: 
sudanskt pund (SDG)

Sudan

Sudan er størsta land í Afrika, men tað er av fátækastu og minst mentu londum í heiminum. Nilá rennur ígjøgnum landið, og mesta fólkið býr í fruktagóða lendinum fram við ánni. Steinoyðimørk er fyri norðan og mýrilendi fyri sunnan. Sudan er eisini skift sundur mentanarliga. Fyri norðan er fólkið muslimskt og talar arabiskt, í miðjum landi og fyri sunnan búgva mong fólkasløg, ið tala afrikonsk mál og hava ymsar afrikanskar átrúnaðir, nøkur eru eisini kristin. Stríð ímillum fólkið fyri norðan og sunnan hevur verið atvold til drúgvt borgarakríggj.

Stórir landspartar í Sudan eru alt ov turrir til, at fólk kann búgva har, og ónýtiligir sum dyrkilendi. Stór akurlendi eru oyðiløgd í borgarakrígnum. Meginparturin av fólkinum býr fram við Nilá og veitir vatn úr ánni á akrarnar. Tveir triðingar av fólkinum liva av landbúnaði, høvuðsgrøði er bummull, jarðnøtir, arabagummi, hirsa og dadlur. Myndugleikarnir hava sett í verk stóra vanveitingarverkætlan til tess at menna landbúnaðin.

Mong ættarfólk lívbjarga sær við at halda dýr og eru alsamt á ferð eftir nýggjum beitilendi. Fleiri dýr, maður eigur, mætari og virðingarverdari er hann ímillum ættarfólkið. Borgarakríggið hevur volt flakkfólkunum miklan skaða; nógv beitilendi er farið fyri einki, og gomlu ferðaleiðirnar eru stongdar.

Í Sudan eru fleiri enn 500 ættarbólkar, sum tala fleiri enn 100 mál og bygdamál. Hvør bólkur hevur felags ættfaðir. Mangir ættarbólkar, t.d. dinka og juhaynah, eru flakkfólk. Aðrir eru búfastir, t.d. shillukar, ið liva sum bøndur vestan Nilá.

Síðan Sudan gjørdist sjálvstøðugt ríki í 1956, hevur muslimska stjórnin í Khartoum roynt at noyða fólkið í landinum at taka við islam; hetta hevur elvt til borgarakríggj og hungursneyð. Fleiri milliónir fólk eru komin til Khartoum sunnan og vestan úr landinum, haðan tey eru flýdd undan bardøgunum og neyðini. Mong teirra búgva nú í vesaligum fátækrabýlingum uttarlaga í býnum.

Stórur munur er á, hvussu fólkið livir í arabiska Norðursudan og afrikanska Suðursudan. Mál, átrúnaðir, siðir og húsabygging eru púra ólík. Nubiar fyri norðan (afrikanskt fólk, ið tók við islam) byggja ferhyrnd hús úr sólturkaðum tigulsteini við flatari tekju. Nubanar, bøndur í hálendinum í Miðsudan, byggja rundar smáttur av træsteyrum, grasi og hirsuhálmi; tekjan er strytuskapað.