Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Mali


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Bamako

Vídd: 1.240.190 km2

Fólkatal: 13.443.225

Almentmál:
franskt

Átrúnaður: 
islam 90% afrikanskir átrúnaðir 9% aðrir 1%

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
CFA frankur (XOF)

Mali

Landsalgið í Mali skiftir frá stóru oyðimarkarvíddunum í Sahara fyri norðan til sahel-økið í miðjum landi og savannu fyri sunnan. Fram við Nigerá og Senegalá er smalur geiri av fruktagóðum lendi. Landið er kallað upp eftir máttmikla muslimska malinkifólkinum, sum ráddi í stórum ríki á hesum leiðum í 13. og 14. øld. Nú á døgum er Mali fátækt land. Meginparturin av fólkinum livir av at dyrka jørðina og av neytahaldi.

Islam kom til Mali við keypmonnum, sum komu higar ígjøgnum Sahara úr arabiska Norðurafrika. Í 13. øld hevði alt fólkið í Mali tikið við muslimskari trúgv, og moskur vórðu bygdar í flestum býum.

Tuaregar bygdu býin Timbuktu í 1100. Av tí at hann var mitt á handilsleiðini ígjøgnum Sahara, gjørdist hann skjótt týdningarmikil og kendur býur. Arabiskir keypmenn úr Norðurafrika lótu salt, klæði og ross í býti við gull og trælir sunnaneftir. Í 15. øld gjørdist Timbuktu islamskur lærdómsmiðdepil.

Nigerá er lívæðrin í Mali. Áin rennur langt eystur ígjøgnum landið, snarar so suðurá og rennur ígjøgnum Niger og Nigeria og út í Atlantshav. Flestu fólk í Mali búgva fram við ánni. Úr ánni fáa tey drekkivatn, vatn á akrarnar, har fiska tey, og áin er eisini týdningarmikil flutningsleið. Høvuðsstaðurin í Mali, Bamako, er týðandi havnabýur; haðan verða sement og brennievni flutt til aðrar partar í landinum, og har verður tikið ímóti rísi og jarðnøtum, sum verða útflutt.

Miðskeiðis í Mali greinar Nigerá seg í fyra áir. Hetta økið verður kallað Miðoyrarnar í Mali og er fruktabesta lendið í landinum. Tá ið áin fer at vaksa í regntíðini, seta bøndurnir niður eitt serligt rísslag, sum "flýtur" og veksur um ein fót um samdøgrið, soleiðis at tað veksur líka skjótt, sum vatnið á oyrunum hækkar. Rísið verður skorið úr báti.

Á sandsteinaheyggjunum við Bandiagaraháslættan sunnan fyri Timbuktu heldur Dogonfólkið til, ið búsettu seg her í 16. øld. Dogonfólkið hevur sínar egnu gudar og eigur nógvar frumsagnir um, hvussu heimurin varð skapaður. Av tí at hetta lendið er kargt og berligt, hevur dogonfólkið verið noytt at lært seg at velta hvønn einasta jarðarteig; tey dyrka t.d. rís, hirsu og mais.

Vesturafrika

Fyri øldum sínan vóru stór ríki, t.d. Ashantiríki og Maliríki, í tí øki, sum verður nevnt Vesturafrika. Søgur um nógv gull drógu evropearar higar, og í 1880-árunum var næstan alt Vesturafrika evropeiskt hjáland. Vesturafrika vann ikki sjálvræði aftur fyrr enn í 1960-árunum. Hóast nógv olja, gull, viður og annað náttúrutilfeingi er her, eru næstan øll 15 londini í Vesturafrika fátæk lond. Her búgva ógvuliga mong fólkasløg - bara í Nigeria eru fleiri enn 200 fólkasløg og ættarbólkar. Stóra fátækadømið og stríð ímillum fólkasløgini hava verið atvold til drúgvan politiskan ófrið í flestum londum í Vesturafrika.

Vesturafrika kann sigast at vera býtt sundur í ein norðara og ein sunnara part, tá ið talan erum veðurlag og landslag; sama kann verða sagt um tað átrúnaðarliga. Fyri norðan eru flestu fólk muslimar, fyri sunnan eru mong fólk kristin. Í øllum Vesturafrika eru eisini gamlir afrikanskir átrúnaðir, t.d. voodoo, sum er vanligur í Benin.

Fórt tú eina ferð norðaneftir og suður ígjøgnum hesi stóru lond, hevði tú sæð ógvuliga hugtakandi og fjølbroytt tropulandslag. Gróðurin hevur lagað seg eftir, hvussu nógv avfallið er. Suðuri við strondina regnar illa, men fyri norðan regnar lítið, og har er javnan ringur turkur. Sumstaðni er regntíð einar 4-6 mánaðir. Tað, ið eftir er av árinum, kemur ikki dropi av luftini.

Í hesum parti í Afrika eru tvey púra ólík sløg av búnaðarfólki - bøndur og flakkfólk. Bøndurnir hava bygt sær hús tætt við smáu jarðarteigar sínar, har teir dyrka grøði til seg og síni. Summir dyrka eitt sindur at selja, t.d. kakao ella oljutrø. Flakkfólkini, t.d. fulanifólkið, fara tvørtur um alt økið við fenaði sínum at fáa fenaðin á beiti. Flestu flakkfólkini búgva í turrlendinum fyri norðan, har illa ber til at dyrka jørðina.

Kornsløgini hirsa og rís verða dyrkað víða um í Vesturafrika. Hirsa er vanlig grøði í  turra lendinum fyri norðan, men rís veksur best, har avfallið er nógv, soleiðis er eisini við rótplantum sum t.d. jamsrót og maniok. Ein hin best dámdi rætturin er jarðnøtastúvningur og jollofrís, ið er senegalskur serrættur av rísi, tomat, leyki og kryddi, sum verður etin aftur við steiktum kjøti.

Maniok og jamsrót verða kókað og etin t.d. aftur við fiski, høsnarungum ella geitakjøti.

Norðari partur í Vesturafrika er í heitasta Sahara. Her veksur næstan einki. Oyðimørkin breiðir seg ella minkar eftir, hvussu turt tað er í útryðjuni í oyðimørkini. 

Karga og turra graslendið og runnalendið norðuri í útryðjuni í oyðmørkini verður nevnt Sahel - orðið merkir oyðimarkarstrond á arabiskum. Bara heilt fá trø vaksa í hesum lendi.

Longri suðuri regnar meir - her er savannan, ið eru víðar grasfløtur. Har vaksa akasiutrø, baobabtrø og onnur trø spjødd. Stórur partur í Vesturafrika er savanna.

Suðuri við strondina regnar illa; her veksur tropuskógur. Her eru mong dýr, og her vaksa nógvar plantur, men ikki í so stórum meingi sum í regnskógunum í Miðafrika.