Skip to main content

 

 

Heimsins lond   →   Afrika


Gambia


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Banjul

Vídd: 11.300 km2

Fólkatal: 1.778.081

Almentmál:
enskt

Átrúnaður: 
islam 90% kristindómur 9% afrikanskir átrúnaðir 1% 

Stýrirlag: 
fólkaræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: 
dalasi (GMD)

Gambia

Lítla strandalandið Gambia er smalur geiri ella smalur kíli langt inn í Senegal. Har landið er breiðast, er tað ikki meiri enn 80 km norður og suður. Sum í Senegal búgva mong fólkasløg her, og islam er størsti átrúnaður. Flestu fólk liva av landbúnaði; týdningarmesta grøðin eru jarðnøtir. Konufólk hava týðandi leiklut í landbúnaðinum, tí teirra arbeiði er at dyrka rís. Men nú er nógv ríslendi tætt við strondina vorðið oyðilagt, tí at ov nógv salt er í jørðini. Nógv konufólk eru tí nú farin at dyrka grønmeti, sum tey selja á torginum í bygdini.

Ferðavinna er tann vinna í Gambia, sum veksur skjótast. Alt fleiri norðurevropearar fara køldu vetrarmánaðirnar suður á vøkru, lýggju strendurnar at ferðast, men mong fara eisini inn í landið at síggja apur, krokodillur og fuglameingið í Gambiaá. Flestu ferðafólkini eru úr Bretlandi, tí at Gambia er gamalt bretskt hjáland, og mangir gambiar duga enskt. Men summi kvíða fyri, at tekur ferðavinnan yvirhond, fer hon at beina fyri eyðkenda, sorgleysa lívshugburðinum hjá fólkinum í Gambia.