Guinea
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Conakry
Vídd: 245.860 km2
Fólkatal: 10.057.975
Almentmál:
franskt
Átrúnaður:
islam 85% kristindómur 8% afrikanskir átrúnaðir 7%
Stýrirlag:
lýðveldi
Gjaldoyra:
guineanskur frankur (GNF)
Guinea
Hetta gamla franska hjálandið er fruktagott fjallaland. Ógvuliga nógv steinsløg eru í jørðini. Góða veðurlagið ger, at t.d. bananir, aldinfrukt og rís vaksa væl. Tí kundi Guinea verið ríkt land, men í staðin er tað eitt av fátækastu londum í heiminum; fólkið livir bara 45 ár í miðal, og heilsu- og skúlaverkið eru lítið og einki ment. Høvuðsatvoldin er, at tá ið Frakland tók seg út úr landinum, stuðlaðu teir hvørki fíggjarliga ella á annan hátt; eisini hevur verið illa stýrt fíggjarliga. Meðan einaræðisharrin Sekou Touré ráddi frá 1958 til 1984, var eingin menning, og landið var púrasta vanstýrt.
Hálendið fyri sunnan er skógvaksið, og har verður nógvur viður høgdur. Av tí at jørðin er fruktagóð, liggur væl fyri at dyrka ymiskar gagnplantur, t.d. kaffitræið. Tríggjar tær størstu áirnar í Vesturafrika, Nigerá, Gambiaá og Senegalá, vella fram her. Jarnmálmur er eisini, og í øllum landspartinum er nógv avfall.
Í fjøllunum í Guinea er nógvur aluminiumsmálmur, bauxit, ið verður bræddur til aluminium. Næst eftir Avstralia høggur einki land í heiminum so nógvan aluminiumsmálm sum Guinea. Um 80% av allari útflutningsinntøkuni í Guinea er av aluminiumsmálmi. Jarn, gull og diamantar eru eisini í Guinea.
Mong fólkasløg búgva í Guinea, m.o. malinka, fulani og susu. Flestu fólk eru muslimar. Um leið ein triðingur av fólkinum hoyrir til malinkefólkið, sum eitur eftir fjøllunum, ið eru á markinum ímóti Mali. Hetta fjallalendið var í gomlum døgum partur í stóra Malinkaríkinum, sum í miðøld hevði valdið í meginpartinum í Vesturafrika. Nú á døgum er malinkafólkið mest gitið fyri at verða góð frásøgufólk og góðir tónleikarar.