Bahamaoyggjar
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Nassau
Vídd: 13.880 km2
Fólkatal: 313.312
Alment mál:
enskt
Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%
Stýrsilag:
fólakræði, tvíflokkaskipan
Gjaldoyra: bahamadollari (BSD)
Bahamaoyggjar
Bahamaoyggjar eru um 700 koralloyggjar, ið eru stutt eystur úr strondini í Florida, USA. Tað var á oynni San Salvador í Bahamaoyggjum, at Kristoffur Kolumbus steig fótin á land, tá ið hann fann „nýggja heimin" (Amerika) í 1492. Spaniamenn kallaðu oynna Bajamar, sum merkir grunt vatn. Seinni settu bretar seg niður í oyggjunum, og vóru tær bretskt hjáland til 1973. Nú eru oyggjarnar satt frítíðarparadís, og fólk úr øllum heiminum koma hagar. Bahamaoyggjar eru eisini týdningarmikil fíggjarmiðdepil, tí at skattalógirnar og avgjaldslógirnar eru so lagaligar.
Fólk úr øllum heiminum koma at ferðast á flógvu sandstrondunum í Bahamaoyggjum. Ferðavinnan hevur alstóran týdning fyri búskapin, og stívliga helvtin av fólkinum í landinum arbeiðir á gistingarhúsum, í handlum og á matstovum. Freeport, á oynni Grand Bahama, er størsti ferðavinnubýur, og har er djúp og góð havn til stór skip, ið eru á rundferð í Karibiahavi.
Um ársskiftið er lívligt á gøtunum í Bahamaoyggjum, tí at tá eru Junkanoo-skrúðgongurnar við dansi og tónleiki. Henda veitsla hevur røtur aftur í farnar dagar. Søgnin sigur, at tá ið afrikanskur høvdingi, nevdur John Canoe (Junkanoo), var førdur higar sum trælur, lótu teir hann halda veitslu eftir afrikonskum siði.
Kelda: Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.