Honduras
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Tegucigalpa
Vídd: 112.090 km2
Fólkatal: 8.143.564
Alment mál:
spanskt
Átrúnaður:
kristindómur 100%
Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri
Gjaldoyra: lempira (HNL)
Honduras
Veðurlagið í Honduras er lýtt og slavið, og tí verður nógv frukt dyrkað í landinum, og í mong ár hava bananir verið størsti og týdningarmesti vinnuvegur. Men nú er Honduras eisini farið at flyta út kaffi, sukur og kjøt. Meiri enn helvtin av fólkinum býr á bygd. Mesta fólkið eru fátækir bøndur, sum dyrka mais, bønir og rís til egna nýtslu. Lívið er harðført, og hungur nívir mong fólk. Jørðin er ójavnt býtt - ríkar ættir og fruktfeløg eiga 60 % av jørðini.
Flestu fólk í Honduras eru mestitsar - fólk, ið eru ættað frá indiánum og evropearum, sum komu hagar í 16. øld. Eftirkomarar eftir afrikanarar, ið vórðu fluttir til Karibia sum trælir, eru eisini. Summi er hvít (evropear) ella indiánar.
Bananútflutningurin er týdningarmikil fyri búskapin í Honduras. Mestu bananirnar verða dyrkaðar í ovurstórum lundum, helst við La Lima í Landnyrðingshonduras. Arbeiðsdagurin er langur og strevin, og fólkið fær lítla løn. Allan dagin bera tey, sum skera, banantyssi. Tyssini viga eini 40 kg. Tá ið bananirnar eru skornar, verða tær vaskaðar, flokkaðar, vigaðar og pakkaðar til útflutnings.