Skip to main content

 

 


Dominika Lýðveldið


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Santo Domingo

Vídd: 48.730 km2

Fólkatal: 9.956.648

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 95% aðrir 5%

Stýrsilag:
fólakræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: dominikanapeso (DOP)

Dominika Lýðveldið

Á oynni Hispaniola, ið er partur av oyggjabólkinum Stóru Antillunum, eru tey bæði londini Dominika Lýðveldi og Haiti. Skógarklædda fjallalandslagið í Dominika Lýðveldinum líkist nógv tí í grannalandinum fyri vestan, men lívskorini hjá fólkinum har eru nógv øðrvísi enn í Haiti. Landið var undir Spania í mong ár, men nú er ávirkanin úr USA stór. Fólkið og mentanin hava røtur aftur í spanska, afrikanska og indiánska mentan. Nógv náttúruríkidømi er í oynni. Har er silvur, platin, uran og nikkul, og har er eisini størsta gullnám í Karibia. Ferðavinna og sukur eru høvuðsinntøkukeldur.


Bróðir Kolumbusar, Bartolomé, grundaði høvuðstaðin Santo Domingo í 1496. Býurin gjørdist miðstøð hjá spaniamonnum, meðan teir løgdu hjálond undir seg. Har eru mong nýumvæld hús, sum vórðu bygd fyrst í hjálandatíðini.

Fólkið í Dominika Lýðveldinum hevur betri kor enn í Haiti, har ógvuliga fá hava ráð at søkja sær læknahjálp. Mest eru tað ferðavinnan og námsvinnan, ið hava styrkt búskapin í lýðveldinum. Eisini hava myndugleikarnir stuðlað nýggjum vinnugreinum, t.d. klædnavirkjum. Seinastu árini eru bygdir mangir frítíðarstaðir, og hevur tað givið nógv arbeiði. Nógv fólk úr Haiti kemur eisini higar at arbeiða.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.