Skip to main content

 

 


Landanavn


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Belmopan

Vídd: 22.960 km2

Fólkatal: 321.115

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 100%

Stýrsilag:
Fólkaræði, fleirflokkastýri

Gjaldoyra: belisiskur dollari (BZD)

Belis

Belis á Karibiastrondini er bæði gamalt og nýtt land. Gamlar toftir eru víða um í landinum og eru dømi um gomlu mayamentanina. Landið fekk fult frælsi í 1981. Í mong ár var Belis bretskt hjáland (Bretska Honduras); tað einasta í Miðamerika. Almenna málið í landinum er enskt, men fólkið í Belis er ættað úr mongum londum - har eru karibar, afrikanar, mayar, ásiatar og evropear - og mong fólk tosa kreólskt ella afrikonsk mál. Karibiskur matur og tónleikur er væl dámdur, og landið er viðgitið fyri sítt fjølbroytta og nógva dýralív.

Fram við strondini í Belis er eitt 290 km langt korallriv við nógvum sandgrynnum og oyggjum. Tað er næstlongsta korallriv í heiminum - bara Korallrivið Mikla í Avstralia er longri, har eru skjaldbøkur, sjónotur og tindhummari og mong føgur tropufiskasløg. Hagar koma kavarar úr øllum heiminum at kava í klára, flógva sjónum.

Helmingurin av Belis er tættur tropuregnskógur. Rósuviður, mahogni og annar úrdráttur úr skóginum, m.a chicle, nýtt sum ráevni til tyggigummi, og kapokk, ið er silkibummull, úr tí ovurstóra Ceiptrænum, hava stóran týdning í búskapi landsins. Sama er við aldinfruktum, sum verða nógv dyrkaðar. Men landbúnaðurin er avmarkaður, tí at stórur partur av regnskóginum er friðaður, av tí at har eru nógv sjáldsom dýr og nógvar sjáldsamar plantur.

Í skógunum er satt dýrameingi. Og mong dýr, sum eru í vanda fyri at verða týnd, liva eisini í regnskógunum í Belis, t.d. jaguarur, tapirur, brølapa og nasabjørn. Firvaldar og ymsir tropufuglar flúgva træ av træi. Og har eru 250 ymisk børkubóndasløg; ímillum teirra svarti børkubóndi, ið er tjóðarblóma í Belis.

Í 1961 var hervilig ódn og øgiligur uppgangur í gamla høvuðsstaðnum, Belisbýi, úti við strondina, og hann fór illa. Í 1970 varð farið at byggja nýggjan høvuðsstað, Belmopan, 80 km inni í landinum, tí at har var tryggari. Belisbýur er enn størsti býur í landinum, men alt fleiri og fleiri fólk flyta til Belmopan, og nógvar vinnufyritøkur verða eisini fluttar

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.