Skip to main content

 

 


Kuba


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Havana

Vídd: 110.860 km2

Fólkatal: 11.087.330

Alment mál:
spanskt

Átrúnaður:
kristindómur 43% aðrir 57%

Stýrsilag:
Einflokkaskipan

Gjaldoyra: kubanskur peso (CUP)

Kuba

Fleiri enn 200 áir renna ígjøgnum grønu dalarnar í størstu oynni í Karibia, Kuba. Annars eyðkenna fjøll, heyggjar og víðar fløtur landslagið, og allastaðni er jørðin ógvuliga fruktagóð og hóskar væl til at dyrka sukur, tubbak og alskyns tropiskar fruktir og grønmeti. Flestu kubanar eru ættaðir frá sponskum niðursetufólkum ella afrikonskum trælum úr Afrika, ið vórðu førdir hagar at arbeiða í búnaðarlundunum. Í góð fimmti ár (síðan 1959) hevur Fidel Castro styrt Kuba, men sosialistiska stýri hansara hevur elvt til, at landið hevur verið avbyrgt frá stórum pørtum av umheiminum.

Størsti býur í øllum Karibia er Havana, høvuðsstaðurin í Kuba, og har búgva stívliga 2 milliónir fólk. Spaniamenn grundaðu býin í 1515, og summir býarpartar eru avgamlir, við steinsettum gøtum og prýðiligum húsum í gomlum hjálandastíli. Nú eru partar av Havana illa farnir og falnir í órøkt. Men íbúðarpolitikkurin í Kuba hevur tað við sær, at eingir skirvisligir fatækrabýlingar verða reistir í útryðjunum í Havana. Býurin er týdningarmikil havn, og tað mesta, sum verður flutt út, fer haðan.

Í 1959 feldu Fidel Castro og uppreistrarbólkur hansara einaræðisharran Batista. Síðan hevur Kuba verið kommunistiskt land og fekk stóran stuðul úr Sovjetsamveldinum, til tað syndraðist í 1991. Mangar samfelagsligar ábøtur og nýskipanir hjá Castro hava eydnast væl. Íbúðarviðurskiftini og heilsuverkið eru munandi batnað, og næstan alt fólkið dugir at lesa og skriva. Men USA kann framvegis ikki torga kommunistiska styrið í Havanna.

Sukur - gjørt úr sukurrørum, sum er stórvaksið grasslag, sum skal hava bæði nógv regn og nógva sól - hevur leingi verið týdningarmikið fyri Kuba og stendur enn fyri 75% av øllum innflutningsinntøkunum. Longu tíðliga í 19. øld var sukurvinnan óføra góð inntøkukelda, mest at takka afrikonskum trælum, sum gjørdu alt arbeiðið í stóru sukurlundunum við hond. Nú eru arbeiðsviðurskiftini øðrvísi og nútímansgjørd, og sukurrørini verða mest skorin við maskinu. Men síðan fyrst í 1990-árunum er sukurgrøðin minkað, tí veðrið hevur ikki verið til vildar, og trupult hevur verið at fingið brennievni úr gamla Sovjetsamveldinum. Tí eru nógvar sukurverksmiðjur farnar at brúka ein sukurhjáúrdrátt, nevndur "bagasse", sum brennievni til maskinriknu vinnutól síni.

Av øðrum sukurhjáúrdráttum kunnu nevnast putursukur, myrkur siropur, nevndur mellasi og brennivínsslagið romm, ið verður dropadrivið úr sukurrótasevju.

Heita veðrið um dagin og kaldar nætur eru bestu vakstrarumstøður hjá tí tubbaki, sum verður nýtt til havanasigarir. Tubbaksbløðini verða tikin, meðan tey eru ljósagrøn, og hanga so til turkingar í einar 6-7 vikur. Síðan verða tey skild og pakkað og sett at gera, so at tey verða mildari í smakkinum; eftir tað verða tey send til sigarverksmiðjurnar, har konufólk og mannfólk standa við long borð og rulla sigarir við hond. Ein góð sigar er gjørd úr í minsta lagi fimm tubbakssløgum. Sigarirnar verða pakkaðar í eskjur av setrisviði, at tær skulu ikki torna upp.

Lívligi tónleikurin í Kuba er sprottin úr sponskum og afrikonskum tónleiki. Spaniamenn høvdu síni sermerktu løg við sær og ljóðføri, sum gitara og violin; afrikanar høvdu ein heilt annan tónleik við sær og trummu og onnur rútmuljóðføri. Tónleikurin er lutvíst runnin saman og vorðin til rútmiskar tónleikagreinir sum mambo og salsa. Ein onnur væl umtókt tónleikagrein er afro-kubanski jazzstílurin.   

Fólkið í Mið- og Suðuramerika

Málið, søgan og mentanin í Miðamerika og Suðuramerika hava sum heild røtur aftur í hjálandatíðina. Til 1492, tá ið Kristoffur Kolumbus kom til Bahamaoyggjar, búðu bara indiánar í hesum parti í heiminum. Men eftir tað fóru fólk úr Spania og Portugal at búseta seg har í stórum tali, og nógvir afrikanar vórðu fluttir hagar úr Afrika sum trælir, helst til Karibia og Brasil. Í Karibia settu eisini mangir onglendingar, fraklendingar og niðurlendingar búgv. Tí er fólkið í hesum heimsparti nógv blandað. Spanskt er vanligasta málið í meginlandinum, saman við portugisiskum í Brasil. Í Karibia eru enskt og franskt vanligari, og í Surinam er almenna málið niðurlenskt.

Fyrst í 16. øld fóru Spania og Portugal at taka sær hjálond í Miðamerika og Suðuramerika. Bæði londini sendu eisini trúboðarar at umvenda upprunafólkið til katólska trúgv. Spania tók stórar partar av meginlandinum, men Brasil, sum Portugal legði undir seg, gjørdist størsta landið og sterkast búskaparliga. Enn á døgum eru flestir suðuramerikanarar katolikkar.

Indiánarnir, ið kunnu lesa søgu sína aftur til indiánsk fólkasløg, sum búðu í Miðamerika og Suðuramerika, áðrenn niðursetufólkini úr Evropa komu hagar, eru nú bara 2% av fólkinum. Næststørsti fólkabólkurin eru fólk ættað frá afrikonsku trælunum, tey flestu búgva í Brasil og í Karibia. Í næstan øllum londum á meginlandinum eru fólk, sum eru blandað við indiánar og evropear, í meiriluta. Tey verða kallað mestitsar.

Sløk hundrað ár eftir, at spaniamenn komu til Suðuramerika, vóru 90% av indiánska fólkinum deyð. Høvuðsatvoldin var sjúkur, ið evropearar bóru við sær, til dømis pokur og meslingar. Indiánarnir høvdu ikki íborið mótstøðuføri ímóti hesum sjúkum, og teir flestu, ið vórðu smittaðir, doyðu. Nú á døgum eru indiánarnir í minniluta allastaðni uttan í Guatemala, har mangir mayaindiánar enn búgva í hálendinum, og á Andesháslættanum í Bolivia, har eftirkomarar inkafólksins búgva.

Flestu lond í Miðamerika og Suðuramerika hava ovurstóra uttanlandsskuld. Brasil er eitt av hesum londum, men skuldin er lutfalsliga lítil borin saman við inntøkurnar. Nikaragua skyldar nógv minni, men skuldin er átta ferðir so stór sum tjóðarinntøkan.

Í 20. øld vaks fólktalið nógv í heimspartinum, helst í Brasil og londunum fyri norðan. Men í flestu londunum lækkar burðartalið nú. Men av tí at stórur partur av fólkinum eru ungfólk, og at fleiri børn koma undan, av tí at heilsuviðurskiftini batna, veksur fólkatalið alsamt. Í 1990-árunum vaks fólkatalið í Mið-og Suðuramerika við uml. 80 milliónum.

Næstan tríggir av fyra suðuramerikanarum búgva í býum. Í summum londum, m.a. Kili og Uruguei, býr ein triðingur av fólkinum í høvuðsstaðnum. Mong hava verið noydd ay rýma av bygdini undan fátækadømi og arbeiðsloysi og búgva nú í ovfólkaðum, skirvisligum býlingum, sum vaksa skjótt í útryðjunum á stórbýunum.

Á øllum meginlandinum eru ovurstórir garðar, ið hava ógvuliga stór seyða- og neytafylgi og stórar lundir við sukurrørum og bananum. Útlendsk feløg ella nakrar fáar, ovurríkar familjur eiga hesar stórgarðar. Tó er øðrvísi í Kuba, har eigur stjórnin stórgarðarnar.

Flestu bøndur í hesum heimsparti eiga so lítið av jørð, at teir valla kunnu breyðføða fleiri enn tvey, trý fólk. Teir velta ein lítlanjarðarteig, og hava nøkur fá húsdýr, t.d. hønur og svín. Av tí at garðurin kann ikki føða alt húskið, mega nøkur teirra flyta heiman at fáa sær arbeiði
 

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.