Skip to main content

 

 


Jamaika


Lyklatøl

Høvuðsstaður
Kingston

Vídd: 10.990 km2

Fólkatal: 2.868.380

Alment mál:
enskt

Átrúnaður:
kristindómur 60% aðrir 40%

Stýrsilag:
fólakræði, fleirflokkaskipan

Gjaldoyra: jamaikadollari (JMD)

Jamaika

Jamaika er vøkur oyggj, men har eru stórir mótsetningar. Har eru fólk, sum taka sær av løttum og av heilum huga íðka krikkit og spæla reggaetónleik. So er tað stóri spenningurin ímillum nakrar fáar máttmiklar ríkmannaættir og tey fátæku í mongu fátækrabýlingunum í Kingston, har eisini nógvur harðskapur valdar. Hesa skuggasíðu síggja fá ferðafólk, sum á hvørjum ári koma at njóta lívið og tropuveðurlagið í hesum fagra landi. Ein annar týðandi vinnuvegur á Jameika er aluminiumsnámsvinnan, men hon fer ógvuliga illa við náttúruni, tí at gomlu námsopini standa full av vatni og sýrueitri. Tað drepur allan vøkstur.

Kingston, høvuðsstaðurin og týdningarmesti havnabýurin í Jamaika, er ein av størstu býum í Karibia. Bretar grundaðu býin, sum vaks skjótt og gjørdist týðandi útflutningshavn, og haðan var nógv sukur flutt til Evropa. Í 1907 fór býurin illa í jarðskjálvta. Hann varð bygdur upp aftur, og har eru nú nýmótans gistingarhús, bankar og handilshús. Í vestara parti í býnum eru ovfólkaðir fátækrabýlingar. Har er nógvur harðskapur, og javnan er politiskur ófriður ella stríð ímillum drøgghandlarar.

Ídnaðurin í Jamaika er fjølbroyttur. Her eru oljureinsiverk, telduvirki og klædnavirki. Mong steinsløg verða brotin, av teimum er aluminiumsmálmur (bauxit) tað týdningarmesta. Ein vinnuvegur, ið vindur nógv upp á seg, er teldutilbúnaður, ið til dømis er at forrita og viðgera teldulutir og síðan senda teir til telduvirki í USA, har teldurnar verða gjørdar lidnar. Í Karibia er vanligt, at útlendsk feløg eiga hesar teldufyritøkur, men í Jamaika eiga fólk har meginpartin.

Umframt ídnað og ferðavinnnu hevur landbúnaðurin eisini stóran búskaparligan týdning í Jamaika, og mong fólk arbeiða í banan-, kaffi-, kakao- og sukurlundum. Mangir jamaikanar liva eisini av fiskiveiði, ella teir eiga ein jarðarteig og dyrka sær sínar egnu búnaðarvørur, og loypur okkurt av, verður tað selt.

Rastafarilæran tók seg upp ímillum tey fátæku í Kingston í 1930-árunum. Tey, ið taka undir við hesari læru, halda, at Haile Selassie, sum var keisari í Etiopia, var ein gudur. Tey trúgva eisini, at Gud (Jah) skal føra tey aftur til Etiopia, hitt lovaða landið. Rastafarianar eta vanliga ikki svínakjøt, eru ímóti harðskapi og ganga við síðum flættum. Klæði teirra eru mest grøn, gul og reyð, ið eru litirnir í tjóðarmerki Etiopia.

Eggjandi reggaetónleikurin við sínum eyðkenda ljóðfalli er at hoyra um alla oynna. Mangir sangarar eru rastafarianar og siga í sangum sínum frá mótgangi og politiskum stríði. Reggaetónleikurin er sprottin úr skatónleikinum, sum hevði røtur aftur í bæði afrikanskan, evropeiskan og suðuramerikanskan tónleik. Jamaikanski sangarin Bob Marley (1945-1981) gjørdi reggaetónleikin heimsgitnan.

Kelda:  Heimsins lond. Bókadeild Føroya Lærarafelags ogFøroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn 1999.