Bulgaria
Lyklatøl
Høvuðsstaður:
Sofia
Vídd: 110.910 km2
Fólkatal: 7.639.000
Almentmál: bulgarskt
Átrúnaður:
kristindómur 85%, islam 13%, jødar 1% og aðrir 1%
Stýrirlag: fólkaræði, fleirflokkaskipan
Gjaldoyra: Lev (BGN)
Bulgaria
Landaøki, ið nú er Bulgaria, hevur mestsum alla tíð sína staðið í skugganum av sterku grannum sínum. Bæði grikkar, rómverjar og turkar hava rátt her, og frá 1944 til 1989 var Bulgaria partur í kommunistiska Eysturevropa. Mesta fólkið er bulgarar; lítil partur turkar og makedónar. Síðan 1989 hevur ein liður fram ímóti fólkaræði og at umskipa búskapin verið at skifta ríkisriknu stórgarðarnar sundur í smáar garðar. Nógv hevur eisini verið gjørt at fáa útlendsk ferðafólk at koma til gomlu býirnar og til strendurnar við Svartahav.
Fleiri enn ein millión fólk býr í høvuðsstaðnum Sofia. Býurin er týðandi ídnaðarmiðdepil, og bæði á láglendinum og í hálendinum uttan um býin hava bøndurnir nógv dýrahald. Mangir gamlir og vakrir bygningar eru í býnum, t.d. Alexander Nevsky-kirkjan, bygd teimum russisku hermonnum til minnis, ið róku turkar úr Sofia í 1878. Vegakervið í Bulgaria er gott. Í Sofia koyrir meginparturin av fólkinum í tráðbussum.
Jarnmálmurin og kolið í Bulgaria eru ikki so góð, sum krevst at gera jarn, ið kann nýtast í tungídnaðinum. Fyrr keypti Bulgaria jarn, kol og olju bíliga úr Sovjetsamveldinum, men nú má hetta verða keypt á fría marknaðinum. Seinastu árini hevur Vesturevropa lænt Bulgaria nógvan pening at umskipa og menna ídnaðin, t.d. telduídnaðin. Klædnaídnaður og matvøruídnaður eru tyðandi vinnuvegir.
Ikki langt frá býnum Kazanluk, heilt norður at Balkanfjøllum, er Rósudalur. Her eru stórar rósueingir. Í lýsingini hvønn morgun í mai og juni fara fólk at henta rósuknubbarnar á damask-rósuni. Hentað verður bara í lýsingini, áðrenn sólin rísur og turkar oljuna úr krúnubløðunum. Rósurnar verða fyltar í sekkir og fluttar í asnavognum til verksmiðjur, ið vinna oljuna úr teimum. Oljan, nevnd attar, verður nýtt til luktilsi. Á hvørjum ári, tá ið rósu-grøðin er heystað, er stór veitsla.
Fólkið hevur altíð lagt dent á at goyma gamlar bulgarskar siðir. Tí hava mangir býir sínar sermerktu stevnur við tónleiki og skrúðgongu. Siður er mangastaðni, at stevnufólkini lata seg í skreytbúna og gekkaskort, ið tey sjálvi hava gjørt.
Rumenia og Bulgaria
Rumenia og Bulgaria eru rættiliga lík lond. Donau er mark ímillum londini næstan heilt eystur at Svartahavi. Lendið fram við Donau er av bestu landbúnaðarjørð; og bæði í líðunum í Karpata-fjøllum og í Balkanfjøllum eru stórir eiki-, furu- og grannskógir. Bæði londini hava sjóvegis skipasamband við umheimin um Svartahav. Til dømis hava býirnir Constanta í Rumenia og Burgas í Bulgaria í øldir verið stórir altjóða havnabýir.
Vakra náttúran og fjølbroytta fólkalívið hava gjørt Rumenia til væl umtókt ferðavinnuland. Søgnin um Drakula greiva, ið var úr skógarlandinum Transsylvania, dregur mong ferðafólk hendavegin, tí at fólk vilja sleppa at síggja borgina, hann skal hava búð í. Í báðum londum er ferðavinna bæði summar og vetur.
Stórir partar av Bulgaria eru velt jørð. Fyri sunnan, í Maritsadali, dyrka tey nógv tubbak til útflutnings. Í Rumenia er høvuðsgrøðin mais, hon verður dyrkað at eta og at brenna. Sumstaðni í báðum londum vaksa vínber ógvuliga væl.