Skip to main content

Fjallamurra

Fjallmurra (lat. Calidris alpina L; da. Almindelig Ryle) er nógv minni enn sjógrælingur. Omaná er hon svart- og morflekkut, undir vongbrigðuni er hon svørt, men annars hvít í neðra. Hon kemur higar á krossmessu og heldur seg so niðri í fjøruni um somu leið sum sjógrælingurin ella ikki fult so niðarlaga. Tá ið klekingartíðin kemur, fer hon langt niðan í hagan og ger sær reiður úr grasi og mosa; ofta er tað í einum síðum grasloppi. Hjúnini bæði skiftast um at verma. Síggja tey fólk nærkast, so lúra tey seg burtur av reiðrinum og renna so ymsar vegir, ella tey seta seg upp á eina túgvu og skera í nøkur níst til at fáa fólkið at hyggja at sær og ikki eftir ungunum. Nakað eftir ólavsøku kemur hon aftur í fjøruna og er so har til seint í hoyna. Stundum sæst hon langt út á veturin; tá hevur hon sama lit sum ungarnir, fyrst teir eru  floygdir, grá omaná, hvít í neðra.

Sjógrælingur og fjallmurra, so ólíkir hesir fuglarnir eru bæði á stødd og liti, so verða teir tó samanblandaðir av fólki, soleiðis at í fjøruni verða báðir nevndir grælingur og í haganum báðir fjallmurra. Tað mugu vit venja okkum av við.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.