Skip to main content

Lómur

Lómur (lat. Colymbus stellatus (Pontopp.); da. Rødstrubet Lom) er stórur fuglur við longum hálsi og fløtum kroppi. Á nakkanum og aftan á hálsinum hevur hann klænar, svartar og hvítar strikur, niður eftir barkanum er hann reyðbrúnur, annars eru høvd og hálsur vakurt grá. Bakið er svart við hvítum blettum. Um veturin hevur hann sama lit á bakinum og er gráur aftan á hálsinum og uppi á skallanum, annars allur hvítur; sama lit hevur ungfuglurin.
 
Føturnir eru so aftarlaga, at hann er ikki gonguførur. Tí ger hann sær reiðrið nær við eitt vatn, og til og frá tí ekur hann á búkinum, so tað er altíð ein niðurlegsað slóð millum reiðrið og vatnið; stundum er reiðrið so nær vatninum, at hann við eitt lop kann vera úti á tí. Og har er hann kringur — og óføra varin! Tá ið hann hevur ótta av fólki, svimur hann so djúpt, at einans skallin og eyguni eru omaná; og heldur hann seg enn vera ov sjónskan, kann hann geva sær so
harða ferð, at vatnið streymar upp um ennið og skallan, so fuglurin er heilt fjaldur. Ivaleyst sær hann tó upp á land og hevur eyguni eftir, um onkur kemur at reiðrinum. Lítið etur hann annað enn fisk, og hann kann svimja so skjótt, at sjálvt ikki tey kviku sílini sleppa undan honum. Haraftrat kann hann vera sum einar 8 minuttir undir vatni, og kann tá koma upp so langt av leið, at eingin fær eyga á hann.

Eggini eru tvey, tey líkjast likkueggjum á stødd og liti, men eru bøllutari um hin klænra endan. Ungarnir eru dimmbrúnir; so skjótt, teir eru útkomnir, eru teir fullkomnir svimjarar og kavarar. Lómur eigur nógvur í Íslandi og Grønlandi. Í Føroyum hevur átt mongd av honum; nú er hann so burturfækkaður, at teir, ið eftir eru, lætt kunna verða taldir.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.

Gásasløgini, svanasløgini og antarsløgini hava yvirhøvur flatt nev við rípum innaní og verða tí sett saman í en bólk, sum vit kunna nevna rípunevini. Tey sutla javnt og samt niðri á botni, og smákykt heftist tá eftir millum rípurnar, meðan evjan skolast burtur.

Lómasløgini

Lómasløgini hava nøkur sermerkir, sum gera, at tey verða roknað sum ein bólkur fyri seg. Høvuðseyðkenni teirra er, at tey hava flatan fótlegg, og at føturnir eru heilt aftarlaga undir gumpinum. Tí er bólkur teirra í bókum kallaður »teir gumpføttu«.