Skip to main content

Teisti

Teisti (lat. Uria grylle L; da. Tejste) er til støddar sum lundi. Um summarið er hann svartur við einum stórum hvítum liti tvørtur um hvønn veingin. Á vetri er hann mest sprøklutur. Føturnir eru blóðreyðir. Nevið er klænt og spískt. Málið er eitt mjúkt hvin. Hann heldur seg tætt við landið, helst á grunnum vatni. Ofta setur hann nevið niður í sjógvin, til at hyggja sær eftir onkrum etandi. Mesta føði hansara er tarabrosmur, og djúpt skulu tær ganga, tá ið hann ikki kann fáa tær.  
 
Teistin   byggir víða um í norðanlondunum og mest í teimum køldu. Í Føroyum er lítið til av honum. Hann eigur helst í urðum ella í rivum og gjótum í berginum. Stundum grevur hann sær holur sum lundi. Eggini eru 2, hvít við svørtum prikkum. Eftir ½3ðju viku koma pisurnar út. Meðan tær hava dúnið, eru tær dimmgráar, fjaðraðar eru tær vakurt grá- og hvítsprøklutar. Um somu tíð sum lomvigapisurnar eru teistapisurnar floygdar og fara á sjógvin. Um veturin heldur fjøldin til havs, men nakrir verða eftir við landið.

Teistin er spakur og vakur fuglur; og mangir menn eru so góðir við hann, at teir vilja ikki, at nakar skal gera honum ónáðir — við byrsu ella á annan hátt.

Úr: Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

 

Fitjufuglar

Soleiðis eru teir kallaðir, tí teir hava fitjur, tað er húð, sum er millum tærnar og ger fótin góðan at svimja við. Og øllum fitjufuglum dámar væl á blotanum; summir halda seg helst á vøtnum og í áum, men teir flestu liva sína mestu tíð á sjónum. Fjøðurin er tøtt, og teir smyrja hana við feitum, so vatn rínur ikki við hana. — Til er eitt ótal av sløgum, og til at lætta yvirlitið á teimum verða tey her sett sundur í bólkar og ættir.