Skip to main content

Eina - stuttfilmur (Andrias Høgenni 2014)

Arbeiðsuppgávur

Bygnaður

Lurta eftir fyrsta setningi í filminum “Eina”. Hvør tosar við hvønn og um hvat? Greið frá ljósinum og útsýninum. Hvør man støðan vera, og hvussu sampakkar støðan við tættirnar í frymilinum hjá Richard Raskin? 

2:10 Steðga filminum og skriva upp, hvørji familjusambondini eru, og hvussu tey munnu rigga. Ber saman við frymilin og tak støðu til, um filmurin fylgir frymilinum í greidleika, ella víkir frá og blívur torskildur.

Fototestetikkur: Greið frá teimum litum, sum vit síggja í baðirúminum. Hvørjir eru litirnir, og hvat umboða teir? Síggja vit nakran av hesum litum aftur í filminum? Greið eisini frá, tá høvuðspersónurin brúkar sjampo. Hvat síggja vit? Ein stórur partur av filminum er filmaður við hvítum litum. Hvønn týdning hevur tann liturin í mun til søguna og tematikkin?

Eftir trimum minuttum síggja vit myndir og uppsløg við køliskápið í køkinum. Vit síggja eisini ein svartan posa. Hvat siga hesi filmisku frásøgusnildini okkum, og hvat ger høvuðspersónurin við hesar lutir? 

Í klædnaskápinum finnur høvuðspersónurin eina troyggju. Hvussu vorðin er troyggjan? Greið frá, hvat hon ger við troyggjuna og tak støðu til, hvør týdningur verður lagdur í hesa troyggju. Les frymilin hjá Richard Raskin og ber saman við filmin. Hygg eisini eftir frásagnarfrymilinum og royn at seta júst troyggjuna inn. Hvar man hon passa best?

04:15 greið frá ljóði, sum nú hoyrist, og eygleið nýggja persóninum, sum kemur inn í myndina. Hvør er persónurin? Hvat er evnið, sum filmurin hevur sett sær fyri at lýsa? 

Høvuðspersónurin tendrar útvarpið og saman við henni hoyra vit um Hoydalar. Hvønn týdning hevur Hoydalar fyri hana?

Høvuðspersónurin tekur tablettir. Hví man tað vera?

“Lat vera við at kalla hann hatta har”. Hvat man búgva í hesum boðum frá høvuðspersóninum til barnið?

“Var eg ein av teimum”, spyr barnið. Hvat man liggja í hesum spurningi?

“Eg var ikki klár”. Greið frá hesum setningi, sum ofta verður sagdur og tak støðu til, um nøkur broyting er í gongdini hesum viðvíkjandi.

“Gev mær frið”, sigur høvuðspersónurin við barnið. Greið frá, hví hon man siga so.

“Tað var mín avgerð. Ikki hansara”, sigur høvuðspersónurin. Hvør er ‘hansara’?

Greið frá, tá høvuðspersónurin og barnið veruliga møtast í filminum. Hvussu er estetikkurin, til dømis ljósið, í myndini? Hvar eru vit í frásagnarfrymilinum nú?

Greið frá fotoestetikki yvirhøvur í filminum. Hevur tað týdning, at vit eru nær við høvuðspersónin og øllum tí, sum hon ger? Finn fokus í nærmyndum og greið frá, hvussu estetikkur er brúktur, og hvussu hesin estetikkur riggar. Stuðlar hann upp undir søguna? Kenna vit okkum drignan at persóninum, jú nærri og tættari myndirnar eru at einum persóni?

Hvør heintar høvuðspersónin? Greið frá eygnabrøgdum teirra millum og legg til merkis, hvørjum tey møta á vegnum. Hvat syngja tey, sum fara framvið? Greið frá reaktiónini hjá høvuðspersóninum.

Hvussu endar søgan? Er hon greið, endalig, afturlatin ella opin? Gjøgnum filmin hevur høvuðspersónurin sagt, at hon er ikki klár. Er hon klár nú?

Hvat er útgangsljóðið í filminum? Hvør er sangurin og grunda yvir, hví hann man vera valdur.

Hav tað einfalda í huga og hygg aftur eftir filminum. Hygg samstundis í frymilin og skriva upp, hvørjir persónar eru við, hvørji ljóð hoyrast, og hvørjir rekvisittir, lutir, verða brúktir at siga søguna. Tak støðu til, um nakar lutur einsamallur kann ímynda søguna i filminum! Tak eisini støðu til, hvussu innrætting og litir eru í húsinum. Eru litir, ið tú heldur skara framúr? Umboða valdu litirnir nakað á lívsleiðini hjá høvuðspersóninum? 

Les søguna “Mamman” hjá Sólrun Michelsen og ber hana saman við filmin “Eina”, tá umræður at velja barnið ella skúlan. Skilir tú í báðum førum høvuðspersónin og hennara val? Hvussu hevði tú valt, vart tú í somu støðu? 

Skriva eitt ummæli av filminum. Vís fyrst á ein málbólk fyri hesum filmi. Eftir títt persónliga ummæli skalt tú bera filmin saman við søguna “Mamman”, og heilt stutt taka støðu til, hvør av kvinnunum mundi verða lukkuligari, sum frá leið.