Birgir Kruse
Seks spurningar um at vera menniskja
Dánjal og Búi eru tveir samdroymarar. Hetta merkir, at um náttina møtast teir í dreymum. Og úr hesum samdreymum spyrjast stórir spurningar, so sum: Hvar byrja vit? Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Er mamma horvin? Ber tað til at fanga ljósið? Fert tú frá mær?
Í eini roynd at skilja hesar spurningar, bryggja Dánjal og Búi søgur.
Tá ið hetta evnið er liðugt:
Endamálið við hesi undirvísingargongd er, at fáa eyga á og í verki royna hugtakið millumtekstasambond, sum lýst í námsætlanini í føroyskum. Tá ið hetta evnið er liðugt, vita vit, hvørjir lyklar kunnu liggja í millumtekstasambondum, og geva okkum eina víðkaða fatan av tekstinum og tilfarinum, vit arbeiða við.
Til læraran
Samansetta teksthugtakið
Eftir hvønn av teim seks sjónvarpspørtunum verður tikið saman um, hvat vit hava lært um tekst sum hugtak, og serliga um tekstir, sum eru settir saman, og tá skapa ein nýggjan sínamillum samleika, ella intertekstualitet. Í skúlahøpi er hevdin at tala um tekst sum tekst eisini galdandi, tá vit tosa um film og myndir. Í øllum seks pørtunum eru nógvar sipingar til kendar filmar og persónar.
Fakta
"Seks spurningar um at vera menniskja" er heitið á seks sjónvarpssendingum, sum Búi Egason og Dánjal á Neystabø gjørdu. Kringvarpið sendi allar partarnar fríggjakvøld, tá barnasendingar vanliga eru. Fyrsta sending var 11. mars 2022. Hvør sending er 20 minuttir til longdar. Longu her hómast ein umskaring av barnatilfari og vaksnamannatilfari. Hetta undirvísingartilfar hevur 9. flokk og lærugreinina føroyskt sum málbólk og karm. Slektaðar lærugreinar eru filmur og heimspeki.
Tekstur sum hugtak
Í námsætlanini fyri føroyskt verður alment sagt soleiðis:
”Lærugreinin føroyskt tekur støði í næminginum í síni heild, varðar um vitbornu evnini eins og tey kensluligu og sosialu. Lærugreinin er miðdepil í søgu- og nútíðarhøpi, eins og í føroyskum og altjóða samanhangi.
Við at síggja móðurmálið og mentanina í einum søguligum og tjóðarligum høpi fær næmingurin innlit í og verður tilvitaður um føroyska samfelagið. Lærugreinin føroyskt í alheimshøpi er við til at menna mentanarfatan, tolsemi og virðing fyri fólki úr øðrum mentanum.
Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av føroyskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd. Lærugreinin byggir sostatt á víðkaða teksthugtakið, har omanfyri nevndu teksthugtøk eru umboðað.”
Margháttað tekstaslag
Lærugreinin føroyskt hevur trý ymisk kjarnaøki, talaða málið, skrivaða málið og málkunnleiki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
Í sambandi við talaða málið verður m.a. sagt í námsætlanini, at ”Støðan, samskift verður í, skapar karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk munnlig og margháttað tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymsum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi.
Í sambandi við skrivaða málið verður m.a. sagt, at ”Undirvísingin skal fevna um eitt fjølbroytt úrval av ymiskum fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum.”
Í sambandi við málkunnleika verður m.a. sagt, at ”Næmingarnir fáa innlit í málið sum skipan og tilknýti tess til mentan og samleika.”
Endurgevingarnar omanfyri eru almennar. Nærri kann lesast í námsætlanunum um ávís faklig førleikamál í 9. flokki.
Alment til allar 6 partarnar
Tímanýtsla: Sjálvur filmurin varir 20 minuttir. Tilsamans 45 minuttir verða brúktir til hvønn av teim seks filmunum við einari viku ímillum.
Sum felagsuppliving sær flokkurin fyrst filmin undir leiðslu lærarans í myrkalagdum høli, ið er egnað til filmsvísing eftir vanligum biografforskriftum um gott ljós, ljóð og sitikomfort. Persónligir telduskíggjar og høvuðtelefonir eiga helst ikki at verða brúkt til felagsupliving við filmi. Til ber eisini at samstarva við annan skúla, ið er útgjørdur til at vísa film. Enn ein møguleiki er at gera útferð til ein biograf at síggja filmin.
Uppgávurnar verða loystar í felag í flokkinum, har lærarin hevur kjakleiðsluna.
Eingin individuell eftirlitsuppgáva er, tí einki svar er rættari enn annað.
Arbeiðsspurningarnir, sum eru settir til hvørt brot í filminum, kunnu brúkast sum vegleiðandi kveikjar til at taka notur í hond, meðan filmurin verður vístur.
Við støði í filminum, sum er felagsupplivingin, er eftirfylgjandi felagskjakið málið fyri læring, fyrst og fremst um millumtekstasambond.
25 minuttir eru til eftirviðgerð av filminum eftir sýning í sama rúmi. Lærarin disponerar tíðarnýtsluna, so tryggjað verður, at hvøðsvektin er løgd á arbeiðsuppgávuna um millumtekstasambond.
Rithøvundur er Birgir Kruse, sum hevur gjørt spurningar, ið eru á opna undirvísingarportalinum Snar og á Next pallinum hjá forlagnum Alinea. Birgir er tøkur, um flokkurin vil hava nærri at vita um spurningarnar og tilfarið, sum verður nevnt.
Læraravegleiðing til kapittlarnar
Arbeiðsuppgávur:
Byrjan og avtalan við hyggjaran
- hvussu er byrjanin?
- hvar eru vit?
- hvør er sjónliga til staðar?
- hvønn annan hoyra vit?
- lýs tónleikin?
- er umhvørvið realistiskt?
Persónarnir
- Dánjal er fyrsti persónur, vit síggja. Hvussu verður hann lýstur og hvat ger hann?
- Búi er annar persónurin, vit síggja. Hvussu verður hann lýstur og hvat ger hann?
- Marianna er Tebryggjarin. Hvør er tann leikluturin? Hon sigur, at hinir báðar hava ”sítt at dragast við”. Hvat merkir tað?
Hvat hendir?
- ”Eg fari at bryggja eina byrjan”. Hvør sigur tað og hvat hendir so?
- Hvønn týdning fær eggið og hvat umboðar tað?
- ”Søgubryggj” hvat er tað?
Veruleikin
- Hvussu flyta Dánjal og Búi seg millum hæddirnar í húsinum? Er lýsingin og umhvørvið realistiskt?
- Hvat hendir, tá kamera verður tendrað?
- Dánjal, sum nú er Gabriel, grundar yvir eggið. Hví er eggið orsøk til tað?
- Rekvisittar eru barnavognur, plátuspælari, hurðar og navnaskelti. Hvør er funktiónin hjá lutunum?
Barnakonan og løgreglan
- Nú skifta tey leikandi mál. Hví og til hvat tungumál?
- Orðið ternumurtur kemur fyri. Hvør er týdningurin í hesum tillagaða føri?
- Ringt verður til løgregluna. Hvør svarar og hvussu verður løgreglan lýst?
Krossar og mold
- Hvør er tematikkurin, tá vit síggja hvítar krossar og myrka mold?
- Greið frá samrøðuni millum Gabriel og hina deyðu
- Hesin fyrsti partur av seks varð, eins og hinir fimm, sendur fríggjakvøld, tá barnasjónvarp er. Grundgev fyri ella ímóti klokkutíðini, tá hetta varð sent í Kringvarpinum. Er hetta ein barnafilmur ella vaksnamannafilmur? Hvar er markið millum málbólkarnar?
- Nú eita Búi og Dánjal aftur teirra kristnu nøvn. Hvørjum geva teir nú eitt navn?
Millumtekstasamband
- Tá vit síggja tebryggjaran, kunnu vit bera saman við høvuðspersónin í ”Alice in Wonderland” (Lewis Carroll 1865), sum er eitt barn, ið dettur niður í eitt hol í jørðini.
- Tá vit síggja løgreglumannin, kunnu vit knýta til Peter Sellers sum inspector Clouseau í “The Pink Panter” (Blake Edwards 1963 ff).
- Litaval, lutir og rúm kunnu eisini knýtast til Wes Anderson og stiliseraðar filmar sum "Asteroid City (2023)" og ”The French Dispatch” (2021).
- Teknaðu bøkurnar hjá Bárði Oskarsson, serliga ”Flata kaninin” (2011), kunnu eisini verða samanbornar við søgugongdina og staklutir í hesum parti.
- Hesi millumtekstasambond kunnu víðka um okkara fatan av filminum, ella bara gera upplivingina stuttligari, tí tær gera ein eyka karm um hendingarnar.
- Finnið filmarnar og bókina og skiftið orð um tað funktión, sum liggur í millumtekstasambondum.
Arbeiðsuppgávur:
Hátíðarhald
- Vit verða boðin til hátíðarhald. Hvat umboðar og staðfestir hetta hátíðarhaldið?
- Hvar er eitt kertiljós sett?
- Í filmi verða rúm brúkt at innramma ein persón. Hvat eyðkennir tey bæði rúmini, vit verða førd inn í?
- Í hvørjum rúmi tekna Búi og Dánjal seg sjálvar?
- Legg til merkis undirtónar í tí, sum í einum føri ikki verður sagt. Hvat er tað?
- Úr hvørjari søgu ella filmi er hendan føðingardagssenan? Finnið YouTube-klipp úr filmi við hesari senu.
Almennir myndugleikar
- Hvussu kanna Búi og Dánjal eftir, hvat teir eru gjørdir úr?
- Hvør er sjangran í hesum føri?
- Takið støðu til, um hesin partur er fyri børn ella vaksin
- Hvørji amboð kunnu hugsast at vera lítið egnað til børn og kanska vera vandamikil?
- Hvør almennur myndugleiki kundi hugsast at tikið støðu til júst hesi viðurskifti?
Løgreglan
- Fyrst fáa vit at vita, hvat løgreglumaðurin etur. Hví?
- Hvussu verður løgreglan lýst við hesum persóni, tosingarlagi og teim lutum, sum frammi eru?
- Hvør er sjangran í hesum føri?
Vitja ein annan
- Búi og Dánjal fara aftur at vitja Tebryggjaran. Hvør er funktíónin hjá Tebryggjaranum og hvar heldur hon til?
Sørin Kirkjugarð
- Hvør er persónurin, ið ber hetta navn?
Sálarfrøðingurin
- Gitið eftir útsjónd og málsligum eyðkennum, hvør sálarfrøðingurin man vera.
- Hann telur, hvussu nógvir stavir eru í navninum, sum nú er Edvard. Hvat liggur í hesari teljan av bókstavum? Hvat er sálarfrøðingurin besettur av?
- Tebryggjarin bjóðar til temunn og ein fyrilestur um rundstykki. Hvat er tað, sum tebryggjarin ger sjónligt við rundstykkinum?
Rættstaving
Sørin Kirkjugarð bjóðar temunn og rundstykki.
- Sørin Kirkjugarð sigur, at eitt rundstykki er ikki fullkomið uttan ost, ið er tað sama sum kærleiki. Hvønn føroyskan myndugleika leggur Sørin Kirkjugarð seg út við her?
- Hvar var tað, at kertiljósið varð sett í byrjanini?
- Hvør er mest brúkta føroyska síða á Facebook?
Arbeiðsuppgávur:
Inngangur
- Inngangurin varir í 3 minuttir. So kemur teksturin um tey, sum gera filmin. Hygg eftir innganginum og tosið tykkara millum um, hvønn týdning ein inngangur hevur.
- Hvat er tað fyrsta, vit hoyra í júst hesum innganginum?
- Hvat síggja vit?
- Hvørjir litir verða brúktir?
- Hvat er huglagið?
- Í filminum Det sjunde inseglet (1957) eftir Ingmar Bergman nevnist høvuðspersónurin Antonius Block. Hvat kann hetta navnið merkja?
- Í sama filmi fer høvuðspersónurin at telva. Finn á YouTube framm til, hvørjum hann telvar ímóti.
Klokkan steðgar
- Greið frá skiftinum eftir teir 3 minuttirnar, sum var inngangurin. Hvar eru vit nú?
- Hvat ger Búi?
- Hvussu sær út inni hjá Búa í mun til inni hjá Dánjali?
- Hevur tú tíð - hvat merkir tað í hesum føri?
- Eru Búi og Dánjal samdir?
- Hvørjir lutir, effektir, verða brúktir at undirstrika teirra samdroymingar?
- Hvønn týdning hevur ein telefon? Finn dømi um, at ein telefon fær týdning í søguligum filmi.
- Hvussu hevur Dánjal tað, tá ið klokkan er steðgað?
Søgubryggjarin traðkar til
- Søgubryggjarin sigur, at Búi er bangin fyri at fara. Hvat merkir at fara?
- Søgubryggjarin traðkar inn í søguna. Hvør er hennara tænasta?
- Omman er nýggjur leiklutur. Greið frá, hvør hon er.
Spælaríið
- Hvar er Spælaríið? Hvørjir eru karmarnir um Spælaríið?
- Hvat gera Dánjal og Búi, sum nú kallar seg Theodor, í Spælarínum?
Theodor
- Hvønn lut, rekvisitt, brúkar Theodor, tá hann tosar um at fara? Er rekvisitturin væl valdur?
- Hvør hevur pakkað?
- Hvat er í?
- Greið frá, hvat hendir, eftir at telefonin ringir.
- Hvussu er ljóðið nú?
- Finnið hugtakið slap-stick á netinum, og filmsøgulig dømi á YouTube um slap-stick.
Omman í ljósinum
- Har, sum man kemur, tá man fer - hvar er tað?
- Eg mundi ikki sloppið inn, tí tey hildu, at eg hevði tíð eftir. Hvør sigur tað? Hvat merkir hetta?
Omman í luftini
- Ævinleikamaskinan, hvat umboðar hon?
- Omman fer við kufferti. Hvar?
- Hvat ljóðføri hoyra vit spæla eitt lag? Hvat er lagið?
- Teir báðir sita í køkinum og fáa te. Hvat fáa teir eisini frá Tebryggjaranum?
- Greið frá útgangssanginum.
Arbeiðsuppgávur:
Sangur undir einum træi
- Hvør er sangurin, sum hesin partur byrjar við?
- Hvar eru vit?
- Hvørja úttalu hevur leikarin?
- Hvat sigur leikstjórin um uppgávuna hjá leikaranum?
Er mamma horvin?
- Hvussu sær út inni hjá Búa, í mun til hjá Dánjali?
- Tá minuttteljarin sigur 3:12 koma eini boð uppi til høgru. Hvørji eru boðini?
- Hvønn førleika hava vit at skilja boðini?
- Met um týdningin í boðunum, eftir at filmurin er liðugur.
- Í hvønn mun var tað neyðugt ella ikki at skriva hesi boðini?
- Er tað vanligt, at tílík boð verða sett inn í ein film?
Tebryggjarin
- Hvør er leikluturin hjá Tebryggjaranum nú?
- Hvat ger Tebryggjarin?
- Hvat gevur hon Búa og Dánjali?
- Hvussu allýsa, byggja og skapa Búi og Dánjal eina mammu?
- Tá ið teir byggja eina mammu, hava teir einki stórt hjartað. Hvønn týdning hevur tað?
Ein eftirlýsing
- Hvussu kunngera Búi og Dánjal eina eftirlýsing um horvnu mammuna?
- Hvør tónleikur hoyrist?
Anton leitar
- Hví verður skift til navnið Anton?
- Hvat er fakta, og hvat er fiktión?
- Hvør er málbólkurin?
- Hvat mál tosar Tebryggjarin nú, og hvør verður hennara leiklutur?
Keypmaðurin bjóðar
- Hvør er tónleikurin, vit nú hoyra? Hvør syngur?
- Lýs keypmannin, sum selur egg. Hvat annað selur hann?
- Hvussu er hansara atferð, tá umræður sølu og tænastu?
- Skiftið orð um stílin, og um hetta er satira ella annað
- Hvat tilboð gevur keypmaðurin kundanum, Antoni?
- Hvat hoyrist aftur á ljóðsporinum?
- Greið frá tilboðnum um ”Títt egna mammubyggisett”
- Hvussu eru viðurskiftini millum Anton og mammuna?
- Dánjal veit betur. Hvør er hansara leiklutur mótvegis Antoni?
- Hvør er tónleikurin nú?
Mammur til sølu
- Eygleiðið tær mammur, sum keypmaðurin setur til sølu.
- Takið støðu til búkarasamfelagið, og um tað ber til, at keypa eina mammu.
- Liggur ein samfelagslig atfinning í lýsingini av keypmanninum?
- Kunnu vit hefta viðurskifti sum stættarmunir, nýtsluvørur og etisk virði at tí, sum keypmaðurin bjóðar?
Hønumammur
- Hvør kemur inn í gulum frakka við onkrum, hon hevur funnið?
- Hvønn rópar hon síðan inn?
Útgangur
- Hvat ger Tebryggjarin?
- Hvat fær Anton (Búi) at eta frá henni?
- Hvør sangur er í Útvarpinum tá ið Tebryggjarin tendrar?
- Er sangurin konserverandi, ella letur hann upp fyri meining og nýhugsan?
- Kannið tónleikahugtakið Vágasound
- Skiftið orð um tey symbol, sum vit síggja gjøgnum henda filmin.
Arbeiðsuppgávur:
Líkið í kistuni
- Í hesum parti skulu vit hyggja eftir evfemismum, sum eru umskrivingar av orðum, ið vit helst ikki vilja siga. Til dømis vendingin: ”hon er farin í annað ljós”. Hvat merkir tað? Hvussu høvdu vit sagt tað sama beint fram og uttan umskriving? Hví gera vit hesar umskrivingar? Vel eina aðra yvirskrift enn ”Líkið í kistuni” fyri hesa uppgávuna, so yvirskriftin verður ein evfemisma.
- Í byrjanini eru vit undir trimum vindeygum, sum kasta ljós inn í kapellið. Hvar er Dánjal? Hvussu hevur hann hendurnar? Hvar er Búi? Hvuss fellir ljósið á hansara vegg? Hvørjir litir eru brúktir í filminum?
- So eru teir báðir á aftasta bonki. Hvørjir eru teir nú, og hvussu fellir ljósið á teir?
- Hetta er ikki endin, sigur prestur. Hvat merkir tað?
Ljós í myrkri
- Hvussu sita Dánjal og Búi, tá ið teir lurta eftir presti?
- Eru teir í ljósi ella skugga?
- Hvussu fellir ljósið inn í restina av rúminum?
- Hvussu fellir ljósið inn á veggin, har prestur stendur?
- Hvør fer fram til kistuna?
- Hvat sigur hann?
- Hvat hoyrist á ljóðsporinum?
Dánjal og ljósið
- Hvat hendir nú við Dánjali?
- Hvørjar effektir verða brúktar at undirstrika, hvat hendir?
- Hvar er Tebryggjarin, og hvar er Búi?
- Hvussu reagera tey bæði?
Eg fangi ljósið
- Hey Dánjal, eg royni at fanga ljósið, sigur Búi. Hvat meinar hann við?
- Hvat fer Dánjal at gera?
- Hvør er fyrsta niðurstøða, teir koma til?
Peran er farin
- Peran er farin, siga teir báðir við Tebryggjaran.
- Hvat liggur í hesum setningi?
- Hvat er peran ímyndin av?
- Hvussu krøkir ”peran er farin” í yvirskriftina á hesum kapitili?
- Hvørji orðaspæl verða brúkt um peruna?
- Hvønn týdning fær ”søgubryggj” nú?
Maskinurnar og tøknin
- Hvørja tilgongd brúka Búi og Dánjal í royndini at fanga ljósið?
- Hvørjar avleiðingar av tilgongdini síggja vit?
Einstein á banan
- Vit hava brúk fyri Einsteini og Sørin Kirkjugarð. Hvørjir eru teir?
Í brillum við stavi
- Hvat eitir Búi nú, og hvat hendir við honum, meðan vit tosa um ljósið?
- Hvussu hevur Dánjal tað við myrkri?
- Hvat sær hin blindi?
- Hvør tónleikur hoyrist, tá ið Dánjal aftur verður sølumaður?
- Er ljós í lampunum, spyr Búi sølumannin. Hjálp honum at skilja spurningin.
- Hvat hoyrist á ljóðsporinum?
- Hvat ger Nikolaj?
Nikolaj spyr um ljósið
- Hin blindi Nikolaj spyr Einstein, um ljósið kann fangast. Hvussu gongst hjá granskaranum?
- Hvat ger Nikolaj?
- Hvat hoyra vit Tebryggjaran siga?
- Hvar fer Nikolaj?
Tað er so tað
- Tað er so tað, sigur Tebryggjarin. Hvat merkir tað?
- Greið frá, hví, nær og hvussu vit oftast brúka evfemismur sum hesa
Slapstick
- Kannið fyribrigdið slapstick og finnið dømi um tað
- Hvat merkir enski setningurin ”A blind man is a walking cinema”?
- Hvørjir persónligir eginleikar og filmiskar effektir verða brúkt at lýsa myrkrið og ljósið?
- Hvør er tað, sum at enda fangar ljósið og fær peruna at lýsa?
- Hvat merkir ljós, og hvat ER ljós? Skiftið orð í flokkinum
Ljósið er komið
- Hvussu endar parturin?
- Hvat sigur Tebryggjarin?
- Eg eri farin, sigur Búi. Greiðið frá um orðaspælið
- Hvat hendir nú í kapellinum í kirkjuni?
Arbeiðsuppgávur:
Seks spurningar kapittul 6
Fer tú frá mær?
Í samdreyminum í sætta parti, sigur Dánjal Búa farvæl. Tá teir vakna, sigur Dánjal, at hann ætlar sær heim til konu sína. Men er tað nú so? Fer Dánjal frá Búa?
Arbeiðsuppgávur kapitil 6:
Døgurði
- Hvar eru vit?
- Eta teir mold ella kaviar?
- Hvør er liturin, og hvat kann hann merkja?
- Hvat hoyrist á ljóðsporinum?
- Hvat ger Dánjal?
- Hvussu reagerar Búi?
- Hvat hoyrist nú á ljóðsporinum?
- Hvørji eru seinastu orðini hjá Dánjali?
- Hvat hendir so?
Abbi Dánjal
- Hesin partur er ognaður abba Dánjal, lesa vit í filminum. Hvat merkir tað?
- Hvar er Dánjal nú?
- Hvønn tosar hann við?
- Hvat sigur hann?
- Ljóðsporið - hvat hoyrist har?
Hvat etur Búi?
- Nú er alt grønt, og Búi skræðir í seg. Hvat etur hann, eru tað sviskur, ella er tað mold?
- Teir møtast. Hvat hoyrist á ljóðsporinum?
Hvar er moldin?
- Hvar er moldin, spyr Dánjal. Hvat er svarið?
Uttanfyri
- Higartil hava vit næstan bara verið inni í húsunum. Hvat sæst Búi nú gera í túninum?
- Dánjal ringir upp á hjá Tebryggjaranum. Hvør eigur húsið?
- Hvør skal hava eina blómu?
Eg fari út at spæla
- Tebryggjarin boðar frá um ”Søgubryggj”. Hvat er søgubryggið nú?
- At taka ímóti konuni. Hvat man tað merkja?
- Búi sæst uttanfyri við blómuni í hondini. Hvat kann myndin merkja?
Blóman veksur
- Hvønn vegin veksur blóman?
- Búi, sum nú er Gregor, er gartnari. Hann hevur ein abba, sum er farin. Hvat merkir tað?
- Greið frá orðavalinum, tá sagt verður ”Ikki so langt”.
- Sum gartnarar flest, etur hann mold. Hvat merkja hesi orð?
- Gregor biður eina borðbøn. Hvør er bønin? Hava vit hoyrt orðini fyrr?
Blóman
- "Dagurin í dag er ikki sum dagar flest," sigur Dánjal, sum nú er frásøgumaður. Hvat skal henda?
- Hvat er hent, tá ið Gregor kemur út aftur í tún at hyggja at blómuni?
- Hvønn sær Gregor koma úr moldini?
Gregor leitar
- Hvar fer Gregor at leita eftir blómuni?
- Hvat svar fær hann?
- Hvussu er rørslan í myndini?
Skal eg pakka kuffertið?
- Tebryggjarin spyr, um hon skal pakka kuffertið hjá Dánjali. Hví?
Blómur til sølu
- Dánjal er nú aftur sølumaður. Hvussu er hann nú útgjørdur, og hvat hevur hann til sølu?
Litir
- Hvussu eru teir báðir, Búi og Dánjal, klæddir? Kunnu litir umboða nakað avíst til ávísar tíðir - ella altíð?
- Hvat hoyra vit nú á ljóðsporinum?
Tebryggjarin spyr
- Hvat spyr Tebryggjarin Dánjal?
- Hvat svarar Dánjal?
- Hvar fer Búi við blómuni?
- Hvør er skrivaða heilsanin? Frá hvørjum og til hvønn er hon?
Ein gulur bilur
- Ein gulur bilur kemur framvið. Hvat hendir, og hvat hoyra vit á ljóðsporinum?
Endi
- Í endasanginum hoyra vit um, at jørðin er eitt runt stykki av jørð. Hvørji orð verður spælt við?
- Í endasanginum verður sagt, at øll hava ein kirkjugarð inni í sær. Hvat merkir hetta?
Lærugrein | Floksstig | Tíð |
Føroyskt | 9. flokkur | Umleið 6 undirvísingartímar |