Skip to main content

Kapittul 6 · Uml. 1 undirvísingartími

Fert tú frá mær?

Í samdreyminum í sætta parti, sigur Dánjal Búa farvæl. Tá teir vakna, sigur Dánjal, at hann ætlar sær heim til konu sína. Men er tað nú so? Fer Dánjal frá Búa?

 

Seks spurningar um at vera menniskja -  6 Fert tú frá mær?
© Dánjal og Búi

Arbeiðsspurningar til kapittul 6

Tímanýtsla: Sjálvur filmurin varir 20 minuttir. Tilsamans 45 minuttir verða brúktir til hvønn av teim seks filmunum við einari viku ímillum.

Sum felagsuppliving sær flokkurin fyrst filmin undir leiðslu lærarans í myrkalagdum høli, ið er egnað til filmsvísing eftir vanligum biografforskriftum um gott ljós, ljóð og sitikomfort. Persónligir telduskíggjar og høvuðtelefonir eiga helst ikki at verða brúkt til felagsupliving við filmi. Til ber eisini at samstarva við annan skúla, ið er útgjørdur til at vísa film. Enn ein møguleiki er at gera útferð til ein biograf at síggja filmin.

Uppgávurnar verða loystar í felag í flokkinum, har lærarin hevur kjakleiðsluna.

Eingin individuell eftirlitsuppgáva er, tí einki svar er rættari enn annað.

Arbeiðsspurningarnir, sum eru settir til hvørt brot í filminum, kunnu brúkast sum vegleiðandi kveikjar til at taka notur í hond, meðan filmurin verður vístur.

Við støði í filminum, sum er felagsupplivingin, er eftirfylgjandi felagskjakið málið fyri læring, fyrst og fremst um millumtekstasambond.

25 minuttir eru til eftirviðgerð av filminum eftir sýning í sama rúmi. Lærarin disponerar tíðarnýtsluna, so tryggjað verður, at hvøðsvektin er løgd á arbeiðsuppgávuna um millumtekstasambond.