Skip to main content

Nýggi búni keisarans

writing an argument essay the romans help with homework buy audison thesis armed services essayFyri nógvum árum síðani var tað ein keisari, sum dámdi so ógvuliga væl vøkur og nýggj klæðir, at hann brúkti alt, sum hann átti, til at pynta seg fyri. Onki legði hann í hermegina, onki í sjónleik ella at gera útferð út í skógina uttan einans fyri at vísa seg í nýggjum klæðum. Hann átti ein klædning fyri hvønn tíma á degnum, og sum tey plaga at siga um ein kong, at hann er í ráðnum, so søgdu tey um keisaran, at hann var í klædnaskápinum.

Í tí stóra býnum, sum hann búði í, var mangur stuttleikin, og har kom hópur av fólki hvønn dag. Ein dagin komu tveir skálkar. Teir søgdu, at teir vóru vevmenn, og at teir dugdu at veva vakrasta vevnað, ið hugsast kann. Tað vóru ikki bara litirnir og mynstrini, sum vóru óvanlig, men eisini klæðini, sum seymað vórðu úr hesum vevnaði, vóru soleiðis skikkað, at tey vóru ósjónlig hjá teimum, sum vóru ódugnalig í starvi sínum ella býttari enn fólk flest.

”Hatta eru ikki eiti á klæðir!” segði keisarin. ”Tá ið eg eri í teimum, kann eg vita, hvørjir menn í ríki mínum, sum ikki eru dugnamenn. Eg fari at duga at skyna á, hvørjir ið eru klókir, og hvørjir ið eru býttir. Ja, hasi klæðini má eg hava beinanvegin!” Og so gav hann teimum báðum skálkunum nógvar pengar og bað teir fara til arbeiðis beinanvegin. Teir settu eisini tveir vevir upp og lótust, sum teir arbeiddu dúgliga, men har var hvørki garn ella veftur. Teir bóðu geva sær fínasta silki og dýrasta gull, men tað stungu teir í sín egna posa og sótu so og slógu við tómum vevi langt út á náttina.

”Nú lysti meg at vita, hvat ið líður við vevingini!” segði keisarin. Men kortini var hann eitt sindur undarliga við, tá ið hann hugsaði um, at tann, sum var býttur ella als ikki dugdi til starv sítt, ikki dugdi at síggja tað sjálvur. Hann helt kortini, at honum ikki nýttist at hugsa um seg sjálvan, men kortini helt hann tað vera best at senda onkun annan at vita, hvussu vorðið var.

Øll fólkini í hesum býnum vistu, hvørja merkiliga megi hesi klæðini høvdu, og øll vóru forvitin eftir at fáa at vita, hvussu vánaligur ella býttur nábúgvin mundi vera.

”Eg fari at senda gamla rættiliga ráðharra mín til vevmenninar!” segði keisarin, ”hann dugir best at síggja, hvussu vevnaðurin er, tí hann er klókur, og ongin er betri í starvi sínum enn hann!”

So fór tann gamli, meinaleysi ráðharrin inn í salin, har teir báðir skálkarnir sótu og lótust at arbeiða við teim tómu vevunum. ”Jesus veri við mær!” segði gamli ráðharrin fyri seg sjálvan og gløddi við, ”eg síggi onki!” Men tað segði hann ikki hart.

Skálkarnir bóðu hann koma nærri og spurdu, um hann ikki helt litirnar vera vakrar og mynstrini listarlig. Og so peikaðu teir á vevin, sum onki vadmal var í, og hesin neyðars ráðharrin gløddi við, men dugdi ikki at síggja nakað vadmal, tí har var onki at síggja. ”Harra mín Gud!” hugsaði hann, ”eri eg býttur? Tað hevði eg ikki roknað við, og tað má ongin fáa at vita! Eri eg ódugnaligur í arbeiði mínum? Nei, tað ber ikki til, og eg fari ikki at siga, at eg dugi ikki at síggja vadmalið!”

”Nú, tygum siga onki!” segði annar av skálkunum.

”Á, tað er yndisligt! Ómátaliga vakurt!” segði gamli ráðharrin og hugdi gjølla við brillum fyri eygunum. ”Hatta mynstrið og hasir litirnir! Ja, eg skal siga við keisaran, at mær líkar tað sera væl.”

”Nú, tað gleðir okkum!” søgdu báðir vevmenninir, og so roknaðu teir upp nøvnini á litunum fyri honum, og hvussu mynstrið æt. Gamli ráðharrin lurtaði væl eftir, so at hann skuldi minnast at siga tað sama, tá ið hann kom heim til keisaran, og tað gjørdi hann.

So kravdu skálkarnir fleiri pengar, meiri silki og meiri gull, sum teir skuldu nýta til at veva við, men teir stungu tað í sínar egnu lummar, tí upp á vevin kom ongin trevilin, og kortini sótu teir og lótust at veva við tómum vevi.

Brátt sendi keisarin aftur ein skilagóðan embætismann fyri at vita, hvussu tað mundi ganga við vevingini, og um teir ikki mundu vera lidnir nú. Tað gekk hjá honum sum hjá ráðharranum, hann hugdi og hugdi, men tá ið onki var har uttan tann tómi vevur, so kundi hann ikki síggja nakað.

”Ja, er hetta ikki eitt vakurt stykki?” søgdu teir báðir skálkarnir og vístu fram og greiddu frá tí vakra mynstrinum, sum als ikki var til.

”Býttur eri eg ikki!” hugsaði embætismaðurin við sær. ”So man tað vera embætið, sum eg ikki dugi til! Tað var tó merkiligt, men tað má ongin fáa at vita!” Og so rósti hann toynum, sum hann ikki sá, og segði, hvussu fegin hann var um teir vøkru litirnar og tað deiliga mynstrið. ”Ja, tað er ómátaliga yndisligt,” segði hann við keisaran.

Hvørt menniskja í býnum tosaði um hetta stásiliga toyið.

Nú vildi keisarin sjálvur sleppa at síggja toyið, meðan tað enn stóð í vevinum. Saman við eini rúgvu av útvaldum monnum og teirra millum teir báðir, ráðharrin og embætismaðurin, sum høvdu verið har áður, fór hann at vitja teir snildu skálkarnar, sum sótu og vóvu av grimd, men uttan at nakar trevil ella tráður var í vevinum.

”Ja, er tað ikki magnifique!” søgdu teir báðir meinaleysu embætismenninir. ”Vilja tygara hátign gera so væl at hyggja at mynstrinum? Er tað ikki vakurt? Og litirnir!” Og so peikaðu teir á tann tóma vevin, tí teir hildu, at hini mundu síggja toyið.

”Hvat skammin er hetta?” hugsaði keisarin, ”eg síggi onki! Tað er ræðuligt! Eri eg býttur? Dugi eg ikki at vera keisari? Tað var tað ringasta, sum kundi vera mær fyri!”

”Á, sum tað er vakurt!” segði keisarin, ”eg gevi tí mítt besta viðmæli!” Og so nikkaði hann væl nøgdur og hugdi at tí tóma vevinum. Ikki fór hann at siga, at hann onki sá. Alt fylgið, hann hevði við sær, hugdi og hugdi, men dugdi onki at síggja heldur enn hini, men tey søgdu sum keisarin: ”Á, sum tað er vakurt!” Og tey ráddu honum til, at hann skuldi fara í klæðir av hesum toynum fyrstu ferð, tá ið tann stóra skrúðgongan skuldi vera.

”Tað er magnifique, prýðiligt, ekselent!” søgdu tey í holið á hvørjum øðrum, og øll vóru líka væl nøgd. Keisarin gav teimum báðum skálkunum riddarakross í bringuna og loyvi til at kalla seg vevstjórar.

Alla ta náttina, sum skrúðgongan skuldi vera morgunin eftir, sótu skálkarnir uppi og høvdu sekstan ljós brennandi. Tað sóu fólk, at teir høvdu úr at gera við at fáa nýggju klæðir keisarans liðug. Teir lótust, sum tóku teir toyið burtur úr vevinum, teir kliptu í tómari luft við stórum saksum, teir seymaðu við nálum og ongum tráði, og so søgdu teir: ”Hyggið, nú eru klæðini liðug!”

Keisarin við sínum fremstu monnum fór sjálvur eftir klæðunum, og báðir skálkarnir rættu annan armin upp, sum hildu teir okkurt upp at vísa, meðan teir søgdu: ”Hyggið, her eru brøkurnar! Her er kjólin! Her er kápan!” og soleiðis við øðrum pløggum. ”Tað er so lætt sum eiturfon. Tað kenst, sum ert tú í ongum, men tað er júst dygdin við tí!”

”Ja,” søgdu allir kongsins menn, men onki sóu teir, tí har var onki at síggja.

”Høvdu tygara hátign viljað gjørt so væl, at latið tygum úr!” søgdu skálkarnir, ”so skulu vit lata tygum í tey nýggju klæðini har yviri við tað stóra speglið!”

”Óført, sum tey sita væl, og sum tey klæða tygum!” søgdu tey øll somul.

”Hyggið litirnir og mynstrini! Hatta er ein dýrabar drakt!”

”Uttanfyri standa teir við trúnuhválvinum, sum teir skulu bera uppi yvir tygara hátign í skrúðgonguni!” segði yvirveitsluforstandarin.

”Ja, eg eri til reiðar!” segði keisarin. ”Sita tey ikki væl?” Og so snaraði hann sær eina ferð enn framman fyri speglinum, tí tað skuldi síggja soleiðis út, sum at hann rættiliga frøddi seg yvir stásið.

Kamarharrarnir, sum skuldu halda í kjólavelið, krámaðu eftir gólvinum, eins og teir tóku í velið, og so gingu teir og hildu hendurnar upp framman fyri sær, tí teir tordu ikki at lata nakran fáa at vita, at teir sóu onki.

Og so gekk keisarin skrúðgongu undir tí vakra trúnuhválvinum, øll mannamúgvan á gøtunum og í vindeygunum segði: ”Óført, sum klæðini hjá keisaranum eru vøkur! Hygg hvussu sítt og vakurt vel hann hevur á kjólanum. Sum klæðini sita væl!” Ongin vildi lata annan vita, at hann onki sá, tí so hevði hann antin ikki dugað til starv sítt, ella var hann býttur. Ongi av keisarans mongu klæðum høvdu verið so væl umtókt sum hesi.

”Men hann er jú púra nakin!” segði eitt lítið barn. ”Harra mín Gud, hoyrið, hvat ið tað sakleysa barnið sigur!” segði pápin. Og so teskaðu tey sínámillum um tað, sum barnið hevði sagt.

”Hann er spilnakin,” er tað eitt lítið barn, sum sigur, ”hann er í ongum klæðum!”

”Hann gongur spilnakin!” rópti at enda øll mannamúgvan. Og keisarin varð illa við, tí hann kendi, at tey høvdu rætt, men hann helt sum so: ”Nú noyðist eg at ganga skrúðgonguna at enda.” Og so mannaði hann seg uppaftur meira upp, og kamarharrarnir lótust at bera kjólavelið, sum als ikki var til.

Upprunaheiti: H.C. Andersen: ”Kejserens nye klæder”, ”Eventyr, fortalte for børn. Første samling, tredje hæfte”, 1837.

Marius Johannesen (1905-1986) týddi. H.C. Andersen: ”11 ævintýr”, Bókaforlagið Grønalíð 1981.