Skip to main content
Uppgáva (Stílur ella kjak í flokkinum):

Greina og tulka yrkingina ’Ferðsludráp’. Legg millum annað dent á evni, huglag og støðuna hjá eg-persóninum.

 

Ferðsludráp

Orð og lag: Hans Edward Andreasen og Edmund í Garði

 

Ja, baby, ger so væl og stíg,

min bil inn í.

Ja, her er alt so megafeitt.

Mobilt diskotek.

Eg traðki hart hart hart

til tann helvidis fart

Adrenalinið floymir runt í mær

Veit familja tín, hvat væntar tær?

Skjótt hon tey bláu ljósini sær.

 

Hoyr meg Føroyar,

í kvøld eri eg Guð!

Tá vit hava málað býin reyðan,

geri eg meg upp;

við lívum eg kasti lut,

og taki so børn tíni

við mær í deyðan.

 

100 yvir loyvdu ferð

Sig mær hvar er

markið millum ósketni og tilvitað dráp?

Eg koyri skjótt skjótt skjótt,

tí at tíðin er røtt.

Vit skulu flúgva saman í nátt,

tí tú skalt smakka kalt hav.

Eg smíli, tá eg koyri útav.

 

Hoyr meg Føroyar,

í kvøld eri eg Guð!

Tá vit hava málað býin reyðan,

geri eg meg upp;

við lívum eg kasti lut,

og taki so børn tíni

við mær í deyðan.

 

112 fólk eru í neyð,

men har er eingin vón nú.