66% koyra ov skjótt
Uppgáva (Stílur ella kjak í flokkinum):
• Greið frá muninum at koyra 80 og 90 km/t.
• Greið frá niðurstøðunum í kanningini.
• Hvørji eru tey 66 %, sum koyra ov skjótt?
• Hvat heldur tú, at orsøkin er til, at júst hesi koyra ov skjótt?
• Hvat metir tú kann gerast fyri, at fólk halda hámarksferðina?
• Í hvønn mun hevur tú royndir at vera í bili, har koyrt verður ov skjótt?
• Í hvønn mun eiga vit at biðja bilføraran seta ferðina niður, um koyrt verður ov skjótt?