19
Yrkingasavn tykkara
Fyrisøgn
Hønan skrukkar, og hanin gelur –
Úti á firðinum bátur rekur.
kettan róma úr kova stjelur. –
Maður heldur – men lítið tekur.
Men Guðrun gamla á mylnu melur.
Oyst verður ofta, tí illa lekur.
Brúni í túni situr og blundar,
Pætur situr á breyt og kvøður,
droymir um leik millum aðrar hundar.
hugsar um brøgd og gamlar søgur. –
Men Sanna situr og roytir lundar.
Grønt er fjallið og grønur bøur.
Sólin skínur, og mjúkt er fleyrið.
Hans A. Djurhuus
Glitrar og skyggir í turrum eyri.
Janus kemur úr fjøru við steyri.
Frágreiðing:
Sagnorð eru orð, sum siga frá eini rørslu ella gerð. Sagnorð kunnu bendast í tíðum –
vit hava lært um nútíð og tátíð.
Finn sagnorðini í yrkingini, sum vísa, hvat ið onkur tekst við. Sagnorðini standa øll í nútíð.
– Hvat gera tey í yrkingini?
hønan:_ __________________ hanin:_ __________________
kettan:_ __________________ Guðrun:_ ________________
Brúni:____________________ ,_ _______________________ og_______________________
Sanna:_ __________________ og_______________________
sólin:_ ___________________
Janus:____________________ báturin:__________________
maðurin:_ ________________ fjallið:_ __________________
Pætur:_ __________________ ,_ _______________________ og_______________________
Frágreiðing:
Sagnorð, ið stendur í nútíð ella tátíð í einum setningi, er umsøgn í setninginum.
Grundorð er tann ella tað, ið fremur umsøgnina.
Finn
umsøgn
og
grundorð
í yrkingini!