29
Poesibók
Fýra hanga
fýra ganga
Í gátuni vinstrumegin eru trý tøl nevnd:
tvey vísa vegin
fýra,
tvey
og
eitt.
og eitt darlar aftast.
Frágreiðing:
Tølini eitt, tvey, trý, fýra, fimm, seks o.s.fr. kalla við
grundtøl
.
Grundtøl
nýta vit, tá vit telja
ella siga frá eini nøgd.
Dømi:
fimm børn
,
fimmti ár
,
hundrað kilo
,
tveir menn
,
klokkan trý
….
Tosa vit um
kallkyn
, so siga vit:
ein
,
tveir, tríggir, fýra, fimm, seks
o.s.fr
.
Dømi
: tveir
menn.
Tosa vit um
kvennkyn
, siga vit:
ein, tvær, tríggjar, fýra, fimm, seks
o.s.fr. – Dømi:
tvær
konur.
Og er talan um
hvørkikyn
, siga vit:
eitt, tvey, trý, fýra, fimm, seks
o.s.fr.– Dømi:
tvey
børn.
Skriva
grundtalið
í klombrunum við bókstøvum rætt á ta tómu regluna!
__________________ dreingir vóru í bátinum.
(3)
________________ gentur spældu á vegnum.
(2)
Her eru ______________ børn.
(3)
________________ barn gekk í skúla.
(1)
______________ ross stóðu í fjósinum.
(2)
______________ genta var í húgvu.
(1)
Skriva rætt í talvuna. Tú skalt skriva tølini við bókstøvum!
(Gev tær far um stavsetingina: trý, tríggir, tríggjar)
1
2
3
4
5
bátur/bátar
rósa/rósur
trø/trø