30
Frágreiðing:
Raðtøl
brúka vit, tá ið sagt verður frá eini raðfylgju!
Kallkyn: fyrsti, annar, triði, fjórði, fimti, sætti
Kvennkyn: fyrsta, onnur, triðja, fjórða, fimta, sætta
Hvørkikyn: fyrsta, annað, triðja, fjórða, fimta, sætta
Dømi:
fyrsti
flokkur (flokkur er kallkyn)
fyrsta
gentan (gentan er kvennkyn) og
fyrsta
barnið (barnið er hvørkikyn).
Vit kenna raðtølini úr skúlanum, til dømis siga vit:
1. flokkur, 2. flokkur o.s.fr.
Tá ið vit skriva raðtølini, seta vit punktum beint aftan fyri talið, sí omanfyri.
Skriva tað, sum stendur í klombrum, við bókstøvum rætt á tær tómu reglurnar!
Maria gongur í _______________ flokki.
(1.)
Silja og Anna ganga báðar í _______________ flokki.
(5.)
_______________ flokkur er ein stórur flokkur.
(2)
Í ________________ flokki eru fimm gentur og seks dreingir. (7.)
Í dag er ______________ mai.
(6.)
Mars er _____________ mánaður.
(3.)
Skiftitølini
eru hesi:
Í kallkyni: einir, tvinnir, trinni
Í
kvennkyni: einar, tvinnar, trinnar
Í hvørkikyni: eini, tvinni, trinni
Dømi:
einir
handskar,
einar
hosur,
eini
hjún
Skiftitøl verða ofta brúkt um pør: handskar, hjún, vøttir, tvíburar
Grundtøl, raðtøl og skiftitøl
eru ein orðaflokkur fyri seg, sum eitur
talorð
.