38
Skrínið
Í skríninum fara vit at taka saman um tað, vit hava lært í hesum partinum!
Vit hava arbeitt við:
•
at ríma
•
at benda navnorð, óbundin og bundin
•
at læra og minnast, at sagnorð hava nútíðarendingina -i, tá ið eg stendur knýtt at
sagnorðinum.
•
talorðum: grundtølum, raðtølum og skiftistølum í øllum kynum
•
lýsingarorðum, bend eftir kyni og í stigum.
Fyrisøgn
Í dag ætli eg mær niðan á vatnið at spæla við skipið, sum eg havi
1
fingið frá pápa mínum. Eg fari at spyrja Jón, um hann tímir við.
2
Eg vóni, at hann kemur við, tí eg keði meg altíð, tá ið eg spæli einsa-
3
mallur. Jón eigur eisini eitt skip. Tað er eitt stórt skip, nógv størri
4
enn mítt, men mítt er vakrari enn hansara. Eg haldi næstan, at skipið
5
hjá mær er vakrasta skip í bygdini.
6
Hvørt kvøld seti eg skipið inn í skápið í gongini. Eg vildi heldur
7
havt tað uppi á loftinum, men pápi sigur, at best er at seta tað í
8
neystið, tí har fær tað frið. Eg vænti, at eg fari at gera, sum hann
9
sigur.
10
Finn øll
sagnorðini
í fyrisøgnini, sum standa knýtt at „eg“ og standa í nútíð. Hesi sagnorð
eru
umsagnir
í setningum, har
eg er grundorð
!
Dømi: ætli, havi
Skriva tey her:
_____________________
_____________________ _____________________
_____________________
_____________________ _____________________
.
_____________________
_____________________ _____________________
Við hvørjum bókstavi enda sagnorðini, tú fanst í fyrisøgnini ? ____________________